Eini 50 børn á lesi- og skrivilegu

Mánadagin var freistin at tekna seg til summarfuglaleguna, sum er fyri børn við lesi- og skrivitrupulleikar.

Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri slíkari legu og áhugin hevur øll árini verið stórur.

Í ár er einki undantak, tí hesuferð hava eini 50 børn teknað seg og tað er áleið tað sama sum í fjør, siga Frida Poulsen og Joan Knudsen, stigtakarar og fyrireikarar, við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

Fyrsta árið vóru umsóknirnar 70-80 í tali.

Legan er frá 2. juli til 6. Juli. Tað sleppa 20 børn við og tey fáa svar næstu viku.

Legan er fyri tey, sum fara í 3. 4. og 5. flokk komandi skúlaár, og sum halda tað er torført at lesa og skriva.

Men í ár eru tað fleiri børn, sum fara í 6. ella eldri flokk eftir summarfrítíðina, og sum sum vilja á legu.

Fleiri hava spurt, um legur ikki eisini kunnu vera fyri eldri børn.

- Fleiri børn, sum hava verið á legu, venda aftur og eru ofta skjót at melda seg til. Tað er enntá onkur, sum hevur meldað til fyri triðju ferð.

Orsøkin til, at hesi børnini, sum eru ov gomul til leguna, tekna seg, er helst tí, at fá ella ongi tilboð eru til teirra, halda fyrireikararnir.?

- Kanska er ein orsøk eisini, at tey nústani í ár hava frætt um summarfuglaleguna. Hava børn í hesum aldri framvegis trupulleikar við skriftmálinum, er vandi fyri, at teir verða enn størri, og tá er kanska ov seint hjá fólkaskúlanum at hjálpa.

Á leguni verður miðað ímóti at geva hesum børnum eitt eyka skump í lesi- og skrivimenning teirra og skapa eitt sosialt netverk fyri tey, siga fyrireikararnir við Skúlablaðið.