KÍF-StÍF 21-39 (11-18)
Eftir frálíka avrikið hjá strandingum seinastu vikuna kundi neyvan væntast annað enn ein ruddiligur sigur, sum greitt segði hvat av liðunum liggur í oddinum og hvat ikki ger.
Og tað var júst tað úrslitið vit fingu í Vestmanna mikukvøldið.
Strandingar settu eina tjúkka striku undir, at teir í løtuni eru tað liðið, sum øll hini koma haltandi aftaná, hóast tað kortini tykist vera lítil munur á gongulagnum hjá strandingum og vestmenningum.
Tað var ongantíð nakar sum helst ivi um hvat av liðunum var tað betra í Vestmanna mikukvøldið til tað vóru strandingar heilt einfalt ov góðir.
Tá tíggju minuttir vóru farnir av fyrra hávlleiki var støðan 8-3 til strandingar og eftir tað bara øktu teir um leiðsluna.
John er í hopla
Tá upptalt var sást, at John Petersen enn einaferð var stóri málslúkarin hjá strandingum.
Hesaferð skjeyt hann tíggju mál, og var also ikki so dominerandi sum hann annars hevur verið undanfarnu dystirnar.
Kortini er tað ikki hissini at skjóta tíggju mál ella fleiri, og tí mugu vit staðfesta - og geva venjaranum hjá strandingum rætt í, at tað er sannur fongur hjá StÍF, at John aftur er at finna á liðnum.
Tað, sum tó afturí ár tykist vera sermerkið fyri strandingar, er breiddin.
Eitt annað eru ungu leikararnir, sum nú troðka seg framat. Teir smæðast ikki burtur, og tað eigur at vera ein fragd hjá venjaranum og ikki minni hjá leiðsluni í felagnum, at so er.
Mugu taka
seg saman
Hjá kollfirðingum er støðan ein heilt onnur. Teir hava bara fingið ein sigur til høldar higartil í ár, og tað er ov lítið.
Hinvegin, so eru teir ikki einsamallir um tann eina sigurin, tí bæði H71 og Tjaldur eru í somu støðu sum kollfirðingar.
Tað, sum kortini ikki er so gott er, at tað er so stórur ójavni í avrikunum.
Viðhvørt spæla teir »líka upp« við tey bestu liðini, men aðrar tíðir eru næstan 20 mál á muni, og tað er ofta sermerki fyri eitt botnlið.
Hvussu leikur víðari fer, er sjálvsagt ikki til at siga, men greitt er tað tól, at KÍF má taka annað skinn um bak.
Dysturin í tølum:
KÍF: Jákup Dam 6, Petur M. Johansen 5, Vagnur Johannesen 4, Emil Petersen 2, Hallur Hansen 2, Finn Heri Johannesen 1, Petur M. Poulsen 1
StÍF: John Petersen 10 (2), Artur Johansen 9 (1), Kartin Danielsen 6, Jónleif Sólsker 4, Marius Joensen 4, Bent Djurhuus 2, Sveinbjørn Poulsen 2, Kristjan Petursson 1, Alexandur Johansen 1
Brotskøst: KÍF 1, StÍF 4
Útvísingar: KÍF 6, StÍF 4
Diskvalifikatión: KÍF 1
Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristina Johansen