Einki bensin eftir á Tvøroyri

Nógvir bilar fóru við Smyrli suður at bunkra í morgun

Smyril var á tremur við bilum í morgun til Suðuroyar, uttan iva hjá nógvum ein túrur suður at bunkra bensin. Tær tríggjar Effo-støðirnar í Suðuroy hava verið einasti møguleika hjá fólki at bunkra bensin seinastu vikuna. Fríggjadagin í síðstu viku gekk diesel undan í Suðuroy.

Nú boðar Effo frá, at heldur einki bensin er eftir at fáa á Tvøroyri. Tí eru einastu møguleikarnir at bunkra bensin í Føroyum nú í Hvalba og í Vági.