Einki buldur og brak

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur nú seinnapartin, at stak friðarligt er í havnargøtum, og í ferðsluni hevur einki verið at funnist at í dag. Eingi tíðindi eru eisini tíðindi.

?Tit eru skjót, tá tað er okkurt keðiligt, men eru minni ágrýtin, tá alt er, sum tað skal...?

Hetta hoyrir tú viðhvørt sum tíðindafólk.

Og kanska er okkurt um tað.

Men tað var nú kortini ikki hetta, sum Portalurin fekk at vita, tá vit fregnaðust á løgreglustøðini í Havn fyri løtu siðan.

- Seinnaparturin hevur verið stak friðarligur. Her hevur einki verið av nøkrum, og í ferðsluni frættist heldur einki um, at alt ikki er, sum tað skal.

Tað var stuttorðaða viðmerkingin, vit fingu á løgreglustøðini í Havn fyri løtu síðan.

Og so vóna vit bara, at friður, sómi og skil í ferðsluni fylgja kvøldinum og vikuskiftinum, sum nú stundar til.