Einki EM til kvinnurnar

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur tapt teir báðar fyrstu dystirnar í EM-undankappingini

Flogbóltur

Eftir flotta avrikið hjá manslandsliðnum, vóru tað kanska fleiri, sum høvdu vónir um eina eins væleydnaða EM-undankapping hjá kvinnunum, nú tær fóru til Luksemburg.
Við evstamark okkara restaði enn ein dystur, men tað er tó greitt, at tað ikki verður til nakað endaspæl hjá kvinnunum.
Leygardagin leiktu Føroyar móti Kypros, og her vann Kypros 3-0 móti okkara. Tey bæði fyrstu settini var munurin nóg so sannførandi við ávíkavist 25-16 og 25-19, tó at Føroyar fylgdu væl við í seinna settinum.
Triðja settið leikaði alla tiðina sera hart á, men endin varð tó, at Kypros vann hetta 25-22.

Taptu javnbrótaran
Sunnudagin royndu Føroyar seg so móti Liktinstein, og hesin skuldi vinnast, um vón skuldi vera fyri framhaldandi luttøku. Føroysku kvinnurnar góvu seg eisini alt tað, sum tær megnaðu í hesum dystinum, men tær megnaðu tó ikki at forða fyri einum teprum 3-2 tapi.
Liktinstein vann annars tey bæði fyrstu settini við 27-25 og 25-21, og í tríðja settinum stóð einki serligt til, tá Føroyar vóru aftanfyri 20-14, men brádliga kom lív í. Føroyar tóku at kalla tað, sum var eftir av settinum, soleiðis at hetta endaði við 25-22 sigri, og tá tað fjórða so endaði 25-19, tóktist alt púrasta opið.
Helst var tað tó so, at hetta takið hevði kostað nógv í kreftum, tí javnbrótaran tóku tær hjá Liktinstein við 15-11, og so var liðugt fyri okkara viðkomandi.
Seinasti dysturin hjá Føroyum verður leiktur mánakvøldið klokkan 19.00, og var hesin móti vertunum úr Luksemburg.