Einki føroyskt telesamband til Vígdis

Hóast, Sjónvarpsrásin Kanal 5 hevur arbeitt fyri geva føroyskum hyggjarum møguleika at atkvøða við sms, tá Vígdis Hentze Olsen kappast í sendingini Kan Du Danse? og bæði føroysku tele feløgini fegin vilja bjóða tænastuna, verður ikki møguligt hjá føroyskum telefonum at atkvøða hóskvøldið.

Kan Du Danse?

Hóskvøldið verður avgjørt, hvør endar í finaluni í dansisendingini Kan Du Danse? á Kanal 5. Men fyri føroysku Vígdis kann hetta gerast meira enn vanliga trupult.
Sambært keldum tætt við Kan Du Danse?, sum Sosialurin hevur tosað við, verða allir dansararnir í vanda fyri at verða sendir heim hóskvøldið. Higartil hava tey dugnaligastu pørini verið friðaði, meðan hini dansa solo, og hyggjarar atkvøða um, hvør sleppur at vera verandi, og hvør verður sendur heim. Men hesaferð er eingin friðaður, øll eru í vanda. Tað er bert upp til hyggjaran at atkvøða um, hvør sleppur í finaluna, og hvør verður sendur heim.
Hóast Vígdis við sínum frálíka dansi greitt hevur vunnið hjørtuni á nógvum hyggjarum, so er tað ein sannroynd, at Vígdis ikki er dani, og tað er ikki óhugsandi, at fólk heldur velur at atkvøða fyri einum dana, sum besta dansara í Danmark.
Atkvøðugreiðslan verður sum vant við fartelefon. Hvør hyggjari hevur 12 atkvøður. Hetta økir nógv um vandan fyri, at atkvøtt verður fyri familju, vinum, kenningum ella fólki úr sama býi, fleiri ferðir. Sostatt er greitt, at Vígdis við familju, vinum og kenningum og við uppruna í Havn, hevur trupul kor, tí føroyskar fartelefonir fáa ikki atkvøtt.
Lennard Lyfberg kunningarstjóri hjá Kanal 5 sigur, at tey hava sett seg í samband við Føroya Tele í eini roynd at geva føroysku Kanal 5 hyggjarunum møguleika at atkvøða í kappingini, men tað bar ikki til at fáa eina avtalu í lag.
Hjá Føroya Tele verður sagt, at tey hava arbeitt við málinum, tí tey vóru sera áhugaði í at bjóða viðskiftafólki sínum hesa tænastu. Men praktiskt bar hetta ikki til. Føroya Tele hevur avtalu við eitt danskt felag um tílíkar veitingar, hetta er ein stórur veitari, ið hevur stóran marknaðarpart og avtalur við t.d. Danmarks Radio og Dansk Tipstjeneste. Hetta varð m.a. brúkt, tá til bar at atkvøða fyri Guðruni Sólju Jacobsen, Gunnari Michelsen og Jákupi Dam í Stjerne For En Aften, og fyri Pæturi við Keldu og Petsi Tvørfoss í Eurovision. Hetta felag hevur tó onga avtalu við Kanal 5. Føroya Tele hevur heitt á felagið um at fáa avtalu í lag við Kanal 5 og men eingin niðurstøða er komin enn. Tí verður ikki klárt til hesa kappingina, verður sagt hjá Føroya Tele.
Heldur ikki Kall fær veitt viðskiftafólki sínum hesa tænastu og orsøkin er sambært Martin Paula Jacobsen, tekniskum stjóra hjá Kall, tann sama sum hjá kappingarneytanum. Danski veitarin av tílíkum tænastum, ið Kall hevur avtalu við, hevur ikki avtalu við Kanal 5. Eisini Kall hevur heitt á veitaran um at fáa avtalu í lag, men heldur ikki hesin veitari megnar at fáa tað í lag á hesum sinni.
Í sendingini kappast Vígdis við aðrar dansarar um at gerast besti dansari í Danmark, kr. 250.000 og dansifrálæru í New York. Nú er tríggjar kvinnur og tríggir menn eftir í kappingini. Hálvfinalan verður send á Kanal 5 hóskvøldið kl. 20 føroyska tíð.