Einki FM-heiti til B36 og gøtumenn

Fótbóltur: Kanska GÍ er komið longri upp úr aldudalinum enn teir á meistaraliðnum eru komnir

Tað vóru tey bæði liðini, sum hesi seinastu árini hava vunnið FM heitið, ið stóðu fyri undirhaldinum í Gundadali sunnudagin. Og áskoðararnir kundu staðfesta, at tað er rættuliga lítið sannlíkt, at GÍ ella B36 fara at standa við gullkrónunum um hálsin, tá kappingin verður liðug leygardagin 3. oktober.

Stigatalvan sigur, at gøtumenn hava ikki verið so væl fyri, sum teir onkuntíð hava verið tað, men tað eru ábendingar um, at tað gongur rætta vegin. Í hvussu so er var tað soleiðis hesa ferð, at talan var um meiri kompakt liðavrik, enn tað hevur verið nógvar ferðir. Ferðin var hægri, enn hon hevur verið, og teir royndu at leggja skipað trýst á mótstøðumenninar.

Símun Petur Justinussen er gravaður framaftur at stýra verjuni í nøkur umfør, og tað gjørdi hann væl. Hann ger tað kanska ikki so elegant og hann luttekur ikki so nógv í tøttum samanspæli, sum Samson Nesá (burtur í lestrarørindum), men veteranurin veit, hvat tað eru fyri breyð, sum hann eltir og bakar.

Magni Jarnskor kom inn í 2. hálvleiki, og tað sást, at hann framvegis er plágaður av knæskaðanum, sum hann fekk, áðrenn landsliðið fór til Estlands.


Sámal vandamikil

Johan Nielsen royndi sum frægast at blanda kortini, hann hevur á hondini. Danin Søren Skov Jørgensen kom úr Danmark, tí hann skuldi loysa álopstrupulleikarnar hjá GÍ. Nú er hann endaður á meiri verjukendum miðvallarplássi, og har gjørdi hann góða nyttu.

At álopstrumfurin ikki verður hildin at gera mestu nyttuna í álopinum hevur við sær, at venjarin má finna aðrar loysnir longri frammi á vøllinum, og hesar síðstu ferðirnar hevur tað verið luturin hjá miðvallaranum á landsliðnum, Sámali Joensen, at manna álopið saman við vongverjanum á landsliðnum, Henningi Jarnskor.

Sámal Joensen gjørdi góða fyllu í álopinum. Tað var hann, sum sjey minuttir undan dystarenda eftir uppspæl í høgru legði innfyri til Henning Jarnskor sum tætt undir málinum setti tonna undir bóltin, so hann fór í handara sólpan og í kassan, og í fyrra hálvleiki var Sámal Joensen óheppin, at hann ikki fekk mál, men skotið tók í stólpan og fór ikki í málið.

Sámal Joensen var eisini tvær ferðir púra leysur og á veg móti málinum, men dómarin bríkslaði báðu ferðirnar, tí ein annar spælari var í rangstøðu. Hetta vóru gøtumenn sera misnøgdir við.

Gøtumenn høvdu fleiri møguleikar, og tað er einki at undrast á, at teir iðra seg um, at teir ikki fingu fleiri mál. Ta einu ferðina í 1. hálvleiki sendi vongverin, Magni Jacobsen, úr fimm metra fjarstøðu og í stólpan, eftir gott uppspæl og bólt út frá baklinjuni.


Meistararnir og

teirra trupulleikar

Teir á B36 liðnum vóru sera treiskir og vístu góðan vilja, tá stigið fyri javnleikin stutt fyri leiklok sá út til at gleppa teimum av hondum. Teir trýstu, og tá klokkan var farin av teimum 45 minuttunum fekk John Petersen eitt fríspark úti í borðinum. Hann stakk bóltin millum beinini á Janusi Rasmussen, og dómarin metti, at gøtumaðurin forðaði B36 manninum. GÍ verjan ætlaði at stúta frísparksinnleggið út frá, men bólturin rakti í Jens Kristian Hansen og fór inn um strikuna.

B36 spælararnir og viðhaldsfólkini fegnaðust, og tað er væl skiljandi, tá hugsað verður um, hvussu støðan var. Men samstundis má staðfestast, at tað er langt frá tí avrikinum, sum B36 sýndi, tá teir í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin í fjør vunnu 5-2 á GÍ í Gundadali og til tað, sum teir sýndu sunnudagin.

Hesa ferð royndu teir við Jan Guttesen, Ronnie Midjord og Rógva Larsen á miðvøllinum. Tað eydnaðist ikki serliga væl, og tað sæst eisini aftur á øllum broytingunum og skiftingunum, sum vóru. Bæði Rógvi og Ronnie vórðu skiftir út, og Pól Thorsteinsson varð fluttur úr miðverjuni og fram á miðvøllin, og í verjuni eru teir farnir frá at spæla flatt. Arnbjørn Danielsen hevði hesa ferðina sama leiklutin sum aftasti maður, sum hann hevði í fjør.

Tað var eyðsýnt, at stórar vónir verða settar til, at John Petersen einsamallur skal fáa úrtøku burturúr, men tað gekk ikki serliga væl hesa ferð. Janus Rasmussen hevði nógv betur tak á honum, enn hann hevði fyri einum ári síðani.

B36 hevði onkran møguleika at leggja seg á odda. Ronnie Samuelsen sendi í 1. hálvleiki flatt millum vinir og fíggindar, og bólturin endaði á stólpanum og fór ikki í málið. Onkuntíð sendu teir góðar tvørbóltar í brotsteigin, uttan at nakar var har at stýra teimum í kassan, og so var ikki so nógv meiri.

Men tilfarið er nógv og gott, og tað kann fara at gleppa rættuliga skjótt. Trupulleikin er bara, at javnleikir kosta nógv sammett við sigrarnar, sum góvu teimum ovastu liðunum trý stig í part.