Jenis av Rana er serliga fegin um at løgmaður í nýggjársrøðuni tosaði nógv um fiskivinnuna. Hann heldur, at orðaskiftið um oljuvinnuna nóg leingi hevur skúgvað fiskivinnuna til viks.
? Vit tosa ongantíð ov nógv um fullveldisætlanina. Tað hevur týdning at fáa so nógvar upplýsingar fram sum gjørligt til fólkið at taka støðu út frá.
? Tá løgmaður sigur at fólk velja fullveldi, skal hann vera varin. Eftir hvat eg skilji, gevur dagligi politikkurin ikki vanliga føroyinginum dirvi at fara viðari á sjálvstýrisleið.
Keðilig mynd
Tað er ein keðilig mynd sum Landsstýrið heldur upp fyri Føroya fólki, um tað merkir at fullveldi førir fólk út av rókini. Politikkurin hjá samgonguni er so vánaligur, at hann ikki førir til fullveldi, sigur Jenis av Rana.
Hann nevnir dømi sum eitt nú, at samgongan er ímóti øllum bata fyri tey minni mentu, og at lønarlagið er ov høgt.
? Tað er ikki rætt. Lønarlagið er ikki ov høgt, sigur Jenis av Rana.
Hann er heldur ikki samdur við samgoguna, tá sagt verður, at vit ikki hava ráð at avtaka karensdagarnar.
? Sagt verður, at tað kostar einar 15 - 20 mió. krónur. Tað er óetiskt at siga, at tað kostar ov nógv, tá tað kundi hjálpt teimum sjúku.
? Fleiri uppskot hava verið frammi, sum kundu bøtt um korini hjá pensionistunum, men einki er hent. Um alternativið er fólkaflokspolitikkurin, so verður ikki tespiligt, sigur Jenis av Rana.
Hann nevnir samstundis at tingmannalønirnar skulu hækkast 60 pst., og bygging av nýggja tinghúsinum, sum kostar umleið 70 - 100 mió. krónur, sum mál, ið vinna frama í sama tíðarskeið.
? Heldur henda gongdin fram, trúgva fólk ikki hesum monnum, um teir ikki taka annað skinn um bak, sigur Jenis av Rana. Hann finnist eisini at løgmanni, sum nevnir 7 pst. arbeiðsloysið, eins og var bert talan um tøl.
? Tað er vandamál, tá bert talið av arbeiðsloysi verður nevnt. Aftanfyri tølini eru menniskju, sum hava týdning. Hesi verða hildin uttan fyri arbeiðsmarknaðin, og koma kanska ongantíð aftur i arbeiði.
Tosa, men gera einki
? So nevndi løgmaður lønarlagið. Anfinn Kallsberg hevur ikki áður tosað so nógv um lønarlagið. Eg kenni meg vónsviknan at hann loypir í kórið um lønarlækking, nú lønarsamráðingarnar standa fyri framman. Tað er ein provokatión, sigur jenis av Rana.
Hann heldur at størst trupulleikin hjá samgonguni er, at hon tosar um trupulleikar og staðfestir at teir eru til, men ger einki fyri at loysa teir.
? Tað er ov nógv tos og ongar visiónir í nýggjársrøðuni hjá løgmanni, sigur Jenis av Rana