Einki grundarlag undir brævinum

- Av tekniskum orsøkum hava brøvini umskarast, og tí er grundarlagið fyri umrødda brævi, sum Sosialurin hevur endurgivið burtur úr, burtur, sigur Óli Jacobsen

Atlantic Navigator

Í Sosialinum herfyri endurgóvu vit burtur úr einum brævi, sum manningin umborð á Atlantic Navigator hevði sent Føroya Fiskimannafelag og fjølmiðlunum. Brævið snúði seg um eina avtalu, sum manningin segði, at FF og reiðarríið hjá skipinum høvdu gjørt.
Stutt eftir, at vit á Sosialinum høvdu fingið hetta brævið, fingu vit boð um, at manningin hevði gjørt av at taka brævið aftur. FF hevði nevniliga sent skipi og manning eina fráboðan um, at avtalan, sum hekk í messuni umborð á Atlantic Navigator, tá ið manningin mynstraði fyrstu ferð, var afturtikin  og at manningin tískil var undir sama sáttmála, sum var galdandi umborð á Nærabergi.
Hóast brævið, sum manningin á Atlantic Navigator hevði sent Sosialinum, soleiðis varð afturkallað, endurgóvu vit burtur úr hesum í næst seinastu útgávu fyri jól.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, gjørdi beinanvegin í e-posti vart við, at hann helt tað vera skeivt av Sosialinum at endurgeva burtur úr einum brævi, sum manningin hevði tikið aftur.
Óli hevur samstundis víst á, at tað ikki er rætt, at Fiskimannafelagið fekk kaldar føtur, tá ið manningin umborð á Atlantic Navigator vendi sær til felagið og fjølmiðlarnar, tí fráboðanin, sum felagið sendi umborð á skipið, var send longu dagin fyri, at felagið og fjølmiðlarnir fingu brævið hjá manningini.
Sunnudagin, 18. desember, bað FF í telduposti skiparan umborð á Atlantic Navigator boða manningini frá, at "sáttmálin hendan túrin verður tann sami sum við Nærabergi. Tað er eingin annar sáttmáli undirskrivaður. Tá ið hesin túrurin er liðugur, verður skipað fyri fundi, har vit fara at tosa um ein framtíðar sáttmála fyri tykkum..."
Í teldubrævinum leggur FF aftrat, at "best vildi verið, um manningin velur sær ein álitismann at tosa hennara vegna".
Óli Jacobsen sigur, at FF í teldubrævi, mánadagin, 19. desember, fekk at vita frá Atlantic Navigator, at tey høvdu havt trupulleikar við meyl-skipanini, og tí høvdu tey ikki fingið fráboðanina hjá FF fyrr enn hendan mánadagin.
- Hetta merkir, at av tekniskum orsøkum hava brøvini umskarast, og tí er grundarlagið fyri umrødda brævi, sum Sosialurin hevur endurgivið burtur úr, burtur, sigur Óli Jacobsen.