Í gjár vóru 49 ár liðin, síðani Margretha, drotning av Danmark, og Heindrikkur, prinsur, blivu gift í Holmens kirkju, koyrdu í karét ígjøgnum Kjøpinhavn og síðani veitslu á Fredensborg slotti.
Tað hevur vakt ans niðri, at kongshjúnini samstundis boðaðu frá, at tey ikki fara at gera nakað serligt burturúr, tá tey næsta ár – um tey hava lív og heilsu – kunnu halda gullbrúdleyp.
Á heimasíðu síni skrivar danska kongshúsið, at til ta tíð er ætlanin at halda gullbrúdleypsdagin “under private former”, sum tikið verður til.
Í næstu viku kemur Margretha drotning á almenna vitjan í Føroyum, men tað verður uttan Heindrik, prins, sum er farin frá við eftirløn.