Einki heftir fyri víkingunum

1.DEILD: Í gjárkvøldið legði B36 rygg til trivaligt tap uppi á Brekku í Leirvík

Tað er gott fótbóltslag í leguni hjá víkingunum. Liðið í bestu deildini, har nógvir ungir spælarar eru við til at manna liðið, hevur blíðan byr. Teir spælararnir hava seinnu árini verið við til at manna næstbesta liðið, sum hevur staðið seg væl og í fjør vann næstbestu deildina.

 

Hóast stóra skifting á næstbesta liðnum, so gongur tað framvegis heilt væl. Tað sást eisini í gjárkvøldið, tá ið B36 var gestur uppi á Brekku í Leirvík. Víkingur vann 5-1, og Víkingur er næstovast á støðutalvuni.

 

Sveinur Justinussen skoraði tvey tey fyrstu málini, og undan steðginum økti Martin Klein Joensen um munin til 3-0. Átta minuttir eftir steðgin økti 17 ára gamli Páll Erik Djurhuus um munin til 4-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í 1. deild.

 

Níggju minuttir undan leikloki minkaði Gilli Samuelsen um munin, og fimm minuttir undan leikloki staðfesti Rani Hansen trivaliga 5-1 sigurin.

 

Fýra dystir eru seinni ídag:

 

KÍ – AB: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00

 

NSÍ – Skála: Jákup Øssursson Mohr kl. 20.00

 

B71 – HB: Rani A. Skaalum kl. 14.00

 

FC Suðuroy – EB/Streymur: Áki Leitistein Hansen kl. 14.00

 

 

 

 

Skála

 
 

7

 
 

7

 
 

0

 
 

0

 
 

16

 
 

4

 
 

21

 
 

Víkingur

 
 

8

 
 

5

 
 

1

 
 

2

 
 

18

 
 

12

 
 

16

 
 

NSÍ

 
 

8

 
 

4

 
 

2

 
 

2

 
 

19

 
 

12

 
 

14

 
 

B71

 
 

7

 
 

4

 
 

0

 
 

3

 
 

15

 
 

10

 
 

12

 
 

AB

 
 

7

 
 

3

 
 

2

 
 

2

 
 

11

 
 

11

 
 

11

 
 

B36

 
 

9

 
 

3

 
 

2

 
 

4

 
 

11

 
 

15

 
 

11

 
 

HB

 
 

8

 
 

3

 
 

0

 
 

5

 
 

10

 
 

14

 
 

9

 
 

EB/Streymur

 
 

7

 
 

2

 
 

1

 
 

4

 
 

13

 
 

15

 
 

7

 
 

 
 

7

 
 

1

 
 

1

 
 

5

 
 

9

 
 

17

 
 

4

 
 

FC Suðuroy

 
 

8

 
 

1

 
 

1

 
 

6

 
 

11

 
 

23

 
 

4