Fyri góðum tveimum vikum síðani var 07 Vestur í Gundadali og spældi ímóti B36. Tað var í kappingini um løgmanssteypið, og besta B36 liðið vann 4-0.
Í dag var 07 Vestur aftur í Gundadali. Nú vóru ørindini at spæla í landskappingini í næstbestu deildini, har B36 var mótstøðuliðið. Næstbesta liðið hjá B36 hevði undan dagsins dysti fýra stig, og 07 Vestur hevði trettan stig.
Tí var 07 Vestur stórfavorittur at fara úr Gundadali við øllum stigunum.
Tað eydnaðist 07 Vestur at vinna, men tað leyp als einki av. 07 Vestur vann 1-0. Einasta málið varð skorað, tá ið klokkan var farin meiri enn tveir minuttir yvir vanligu leiktíðina.
Sigursmálið skoraði miðverjin Martin Tausen. Hetta var fyrsta málið hjá honum síðani 2017. Tá var 07 Vestur í bestu deildini, og fram ímóti kappingarenda skoraði Martin Tausen tvey mál.
Sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur sekstan stig og er ósigrað – fimm sigrar og ein javnleikur. Haraftrat eigur 07 Vestur útsettan dyst á Sandi.
07 Vestur er næstfremst. Tað eru trý stig fram til Víking.
B36 er næstaftast. Tað eru tvey stig aftur til EB/Streym. B36 hevur fýra stig, ið er sama stigatal sum HB.
Í áttanda umfari skal B36 spæla á útivølli ímóti B71.
Í áttanda umfari skal 07 Vestur spæla í Klaksvík.