Fótbóltur
Ættin og veðrið vóru fín. Men fótbóltsavrikið á Norðoyastevnu var einki at reypa hurrá fyri. Ov ofta var talan um long spørk og um mistøk, sum bóru spentar støður við sær, og hesar endaðu ofta aftur við mistøkum.
Manningarliga grundarlagið á Skála er uppaftur minni, enn tað er hjá KÍ, og tí raka skaðarnir serliga meint. Alexandur Johansen var skaddur, og miðverjin Valeriu Mieila leikbannaður. Sjúrður Djurhuus var raskur miðvallari í høgru, og á sentrala miðvøllinum var eingin ivi um, at norðoyastevnu gestirnir vóru omaná. Tað var størri tyngd og máttur í hjá teimum appelsinlittu. Pauli G. Hansen var so skilagóður, umhugsin og nærlagdur, sum hann plagar at vera, og Pætur Dam Jacobsen var sannur brandur. Hann stríddist og taklaði og var skilagóður og besti maður á vølli.
Poul N. Poulsen plagar ikki at vera miðverji. Men hesa ferð hevði John Petersen sett vágbingin undir liðina á Arnholdi Berg. Teir hava ongantíð spælt saman, og í onkrum støðum ridlaði tað eitt sindur, men klaksvíkingar megnaðu ongantíð at fáa bóltin í málið aftanfyri Predrag Markovic.
Tættast við var Heðin á Lakjuni. Í 1. hálvleiki var hann leysur eitt sindur í vinstru eftir framlegging frá Jan Andreasen, men bólturin streyk skeivu megin handara stólpan. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og spælið hevði verið illa skipað og stríðsviljin hjá heimamonnunum einki serligur, royndu teir við Ova Nysted í álopinum.
Í fyrsta álopinum eftir broytingina var talan um stóran KÍ møguleika. Ove Nysted snittaði eftir langa sending víðari, Heðin á Lakjuni skræddi seg leysan, og tá ið hann royndi seg úr góðari støðu tætt undir málinum refleksbjargaði Predrag Markovic til horna. Klaksvíkingar vildu hava brotsspark, men dómarin hevði givið teimum fyrimun, sum teir ikki fingu nyttu burturúr.
- Hetta var ikki nóg gott. Okkara vóru ikki nóg uppsettir, og tað sást eitt nú aftur í skeivum avleveringum, sum vóru upphav til vandamiklar Skála royndir. Mótstøðumenninir vístu fínan hugburð, og um hepnið hevði verið við teimum, so kundu teir væl – á sama hátt sum vit – vunnið øll stigini, staðfesti KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
Pauli G. Hansen hevði onkra góða skotroynd av brotsteigarmarkinum í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki vóru fleiri støður, sum kundu havt Skála mál við sær. Serliga støður, har skálamenn vóru yvirmannaðir eftir at hava fangað KÍ í uppspæli, men uttan at tað eydnaðist teimum at finna málið.
Besta møguleikan fekk miðvallarin í høgru, 18 ára gamli Sjúrður Djurhuus, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Hann var spældur leysur í brotsteiginum í høgru og royndi ímóti málinum, tá ið hann var eitt sindur kroystur. Jákup Mikkelsen vardi væl fyri úti við stólpan.
Síðstu løtuna setti John Petersen seg sjálvan á vøllin. Við nógvu royndunum og góða bóltførleikanum megnaði hann at fáa meiri frið yvir avrikið.
Tá ið Lars Müller bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað ikki sørt, at tað sást, at skálamenn vóru fegnir um stigið. At heimaliðið slapp at taka ímóti stevnusteypinum, sum teir høvdu tryggjað sær í brotssparkskapping, mundi vera væl og virðiliga at liva við hjá Skála.