Einki nýtt løgtingshús

Avgjørt er, at ætlanin um at byggja nýtt løgtingshús skal sleppast

Einki nýtt løgtingshús verður bygt í bræði. Hetta varð avgjørt á fundinum hjá formansskapi løgtingsins týsdagin. Allir limirnir í formansskapinum, uttan Finnbogi Ísakson, eru ímóti ætlanini um at fara undir at byggja nýtt løgtingshús sum skjótast.


Finnbogi Ísakson harmast um avgerðina, men vísir á, at løgtingið eigur telefonhúsið oman fyri verandi løgtingshús, og tískil ætlar hann sær at arbeiða fyri, at løgtingslimir kunnu fáa skrivstovur í telefonhúsinum. Hann sigur, at sum er, eru arbeiðsumstøðurnar hjá løgtingslimunum alt annað enn góðar.


Løgtingsformaðurin harmast eisini um, at ætlanin um at byggja tann varan fyri Havnina og allar Føroyar, sum nýggja løgtingshúsið hevði verið, er slept.