Í løtuni arbeiða vit við málinum í samráð við allar partar í barnaansingarøkinum og skúlaøkinum. Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð nú, og ætlanin er, at tað verður við í fíggjarætlanini næsta ár.
Les eisini: Sunnur matur til øll børn í Havn
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú samgongufelagin í Fólkaflokkinum, Bogi Andreassen, í síðstu viku boðaði frá, at hann fer at leggja eitt uppskot um eina nýggja matarskipan fram fyri býráðið, ið skal tryggja at børn, ið ganga í skúla ella dagstovni í Havn, fáa heilsugóðan mat hvønn dag.
Borgarstjórin er samdur í, at tað er týdningarmikið, at stovnarnir hava umstøður til at bjóða góðan og sunnan mat til børnini, men vísir á, at stovnar sjálvir avgera sínar karmar.
- Hvør vil ikki hava sunnan og góðan mat og kost til børnini? Tað vilja øll. Sum nú er, so eru tað nakrir stovnar, ið hava betri umstøður at bjóða heitan kost enn onnur. Men tað handlar eisini um raðfestingar, og nøkur foreldur, ið eta eina heita máltíð um kvøldið, ynskja ikki, at teirra børn eta tvær heitar máltíðir um dagin.
Í ætlanini, ið kommunan arbeiðir við, skal kommunan tryggja fíggjarligu karmar til, at allir stovnar kunnu bjóða heitan mat, men at tað verða foreldrini og stovnsleiðarar í samráð, ið avgera hvat skal bjóðast á stovnunum.
At ein samgongulimur sostatt fer út við einum uppskoti, ið býráðsmeirilutin longu arbeiðir við, metir borgarstjóran vera vanligt í politikki, tó at tað er óheppið.
- Her er einki nýtt í uppskotinum frá Boga Andreassen. Hetta er nakað, ið vit hava arbeitt við í samgonguni og sum allir samgongulimir kenna til, men vit ætlaðu at bíða at fara út við tí, til tað varð liðugt.
- Tað er eitt sindur óheppið, at ein samgongulimur fer soleiðis út. Betri hevði verið, um øll fóru út saman, men soleiðis er politikkur viðhvørt. Øll klára ikki at bíða, men leypa viðhvørt framav.