Einki óregluligt farið fram

Býráðsformaðurin í Vági, Jógvan Krosslá, vísir á, at ein sjálvsognarstovnur og ikki Vágs Kommuna hevur boðið út arbeiðið at byggja eldrasambýlið í Vági, og tí er als ikki talan um almennan pening

? Eg skilji væl, at eigarin av Fær Byg er keddur av, at hann ikki fekk arbeiðið at byggja eldrasambýlið í Vági. Men eg kann vissa hann um, at einki óregluligt er farið fram, tá valt varð ímillum tilboðiðni.

Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, vísir á, at tað als ikki var Vágs Kommuna, sum á sinni beyð út arbeiðið at byggja eitt eldrasambýli í Vági. Talan var um ein sjálvsognarstovn við eini fimmmannanevnd.

? Tá eigarin av Fær Byg sigur, at alt samskifti viðvíkjandi tilboðnum um at byggja eldrasambýlið gekk um Vágs Kommunu, er hetta partvís rætt, men orsøkin til hetta er tann, at kommunuskrivstovan í Vági varð nýtt sum karmur um arbeiðið hjá sjálvsognarstovninum, men hetta merkir tó ikki, at tað var kommunan, ið beyð arbeiðið út, leggur Jógvan Krosslá dent á og sigur, at hetta kann metast sum stuðul frá kommununi mótvegis sjálvsognarstovninum.


Rætt at velja

Býráðsformaðurin í Vági, sum sjálvur situr í fimmmannanevndini í sjálsognarstovninum »Eldrasambýlið í Vági« sigur, vísir á, at í útbjóðingartilfarinum er tilskilað, at í sambandi við innbodnu lisitiatiónina tilskilar arbeiðsánarin sær rættin til frítt at velja millum innkomnu tilboðini (her eisini alternativ boð) ella ikki at taka av nøkrum av tilboðunum. Tískil er einki órættvíst farið fram, tá eitt tikið varð av tilboðnum úr Vági, hóast lægsta tilboðið kom av Tvøroyri.

Fyri at vera vísur í, at einki óregluligt var farið fram, sendi formaðurin í Vágs Handverksmeistarafelag sama dag, sum tikið varð av tilboðnum, fyrispurning til Vinnuhúsið, har spurt varð, um byggiharrin við eini innbodnari lisitatión hevur loyvi at velja millum tilboðini. Hetta var 8. juni í ár.

11. juni fekk formaðurin í Vágs Handverksmeistarafelag svar úr Vinnuhúsinum, har sagt verður, at byggiharrin hevur rætt at velja millum tilboðini, um tað í útbjóðingartreytunum stendur, at byggiharrin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu tilboðini ella havna teimum øllum.

Tískil er Jógvan Krosslá vísur í, at einki óregluligt er farið fram, hvørki tá arbeiðið um at byggja eldrasambýlið varð boðið út, og heldur ikki, tá tikið varð av næstlægsta tilboðnum, sum var úr Vági.


Nærri kostnaðarmetingini

Jógvan Krosslá, vísir á, at tað tilboðið, sjálvsognarstovnurin valdi at taka av, lá nærri kostnaðarmetingini, gjørd varð áðrenn arbeiðið varð boðið út, og tí varð hetta tilboðið mett at vera ítøkiligari enn hitt. Hann vísir á, at sjálvsognarstovnurin sjálvsagt gjørdi eina kostnaðarmeting, ið tilboðsgevararir einki fingu at vita um, áðrenn arbeiðið varð boðið út.

Av tí at tilboðið úr Vági lá ógvuliga nær kostnaðarmetingini, valdi ein samd fimmmannanevnd fyri sjálvsognarstovnin at taka av hesum tilboðnum framum tilbonum frá Fær Byg á Tvøroyri, ið var 50.000 krónur lægri. Harafturat vísir Jógvan Krosslá á, at nevndin spurdi seg fyri hjá meistarafelagnum áðrenn avgerin varð tikin.

At enda vísir býráðsformaðurin í Vági á, at Vágs Kommuna hevur stuðla ætlanini um at byggja eldrasambýli í Vági við 250.000 krónum, og harafturat hevur kommunan eisini latið sjálvsognarstovninum grundstykkið ókeypis. Men at kommunan hevur havt nakað við útbjóðingina av arbeiðinum og valinum millum tilboðini at gera vísir hann staðiliga aftur, hóast hann sjálvur er við í nevndini fyri sjálvsognarstovnin.


Eftir at eigarin av Fær Byg á Tvøroyri fekk at vita, at sjálvsognarstovnurin ikki tók av tilboði hansara, gjørdi hann hjá Vágs Býráði og sjálvsognarstovninum vart við, at hann metti, at talan var um brot á reglurnar viðvíkjandi almennari lisitatión. Tískil