Útlitini eru vánalig fyri, at ein loysn verður funnin í næstum á ósemjuni millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um nýggjan lønarkarm.
Bæði Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørdu annars vart við síni sjónarmið í miðlunum í gjár, og nevndu møguleikan fyri víðari samráðingar, men sum nú er, so er tað einans gjøgnum fjølmiðlarnar, at partarnir samskifta.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar upplýsir, at einki samband er í løtuni millum partarnar.
- Vit hava einki hoyrt frá nøkrum. Vit eru í tøttum samskifti við okkara limir úti á sjúkrahúsunum fyri at tryggja, at verkfallið verður yvirhildið, men annars sita vit bara og bíða, sigur forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum,váttar, at einki samband er millum partarnar, og sigur, at sum støðan er nú, so tykist eingin orsøk vera at fara aftur til samráðingarborðið.
- Um vit sóu glopp soleiðis, at samráðingar góvu meining, so høvdu vit gjørt tað, tí eingin ynskir hesa støðuna. Tey duga vit tó ikki at síggja í løtuni, sigur Jan Mortensen, ið eisini vísir á, at tað væntandi verður Semingsstovnurin, ið má taka stig til nýggjar samráðingar.
- Semingsstovnurin er partur av málinum, og skal nakað nýtt henda, so verður tað nokk gjøgnum Semingsstovnin. Um stovnurin ella annar av partunum heldur tað gevur meining, so kann Semingsstovnurin taka stig til samráðingar. Men tað fer hann nokk bara, um hann heldur tað gevur meining.