Einki serligt veður komandi dagarnar

Ælingur, regn og vindur, sigur Petur Skeel Jacobsen um veðrið komandi dagarnar.

 

Ælingur, regn og vindur, sigur Petur Skeel Jacobsen um veðrið komandi dagarnar.

 

Seinnapartin í dag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum trý og seks stig.

 

Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi, men eisini sólglottar. Hitin millum tvey og fimm stig.

 

Fyrrapartin sunnudagin verður eitt lot av ymsum ættum, og yvirhøvur turt, men seinnapartin veksur hann vindin upp í hvassan vind av eystri og regn. Hitin kemur upp í 5 til 8 stig.

 

Mánadagin verður eitt stívt andøvsgul av suðri og okkurt æli, týsdagin sami vindur av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum seks og tíggju stig.