Einki sett av til barnagarð

Rættleiðing til grein í »Sosialinum« 4. des. um ætlan hjá Runavíkar Kommunu at byggja nýggjan barnagarð

Sum framgongur av omanfyri nevndu grein, so hevur blaðið havt samrøðu við leiðaran av Kongshavnar Barnagarði og Vøggustovu Fríðu Lómstein, og sigur hon m.a. frá, at Runavíkar Kommuna hevur sent ætlan um bygging av barnagarði til Almannastovuna og verður nú bíðað eftir svari haðani.

Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova er sjálvognarstovnur og verður hann eisini rikin sum soleiðis - har raksturin verður goldin av kommununi, foreldrunum og landinum við ávikavist 30% frá kommununi og foreldrum og 40% frá landinum.

Húsaútreiðslurnar, t.d. viðlíkahald, trygging, møguligar rentir og avdráttir av lánum verða goldnar av kommununi og landinum við ávíkavist 40% og 60%.

Eins og áður, so hevur stýrið fyri barnagarðin gjørt fíggjarætlan fyri komandi ár og hevur býráðið á fundi 25. sept. viðmælt fíggjarætlanina.

Men í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarætlanina søkir stýrið fyri barnagarðin um, at játtaðar verða kr. 100.000 til projektering av nýggjum stovni.

Til hendan spurning hevur býráðið ikki tikið endaliga støðu, men hevur mælt stýrinum fyri barnagarðin til at taka upp samráðingar við landsmyndugleikarnar um málið - við atliti til at landið sambært reglurnar um byggjan av slíkum stovni er stórur og avgerandi partur.

Til tað, at kommunan hevur lagt grundstykki av til nýggjan barnagarð, kann viðmerkjast, at samb. byggisamtyktina er ávíst øki lagt av til heilsu- sosial- og aðrar almennar tænastustovnar.

Sostatt er eisini møguleiki fyri at barnagarður kann byggjast har.

Fyri at ongin misskiljing skal vera, so kann stutt sigast, at býráðið ongar pengar hevur avsett til byggjan av nýggjum barnagarði í 1998 - men hetta er kortini ongin forðan fyri at stýrið fyri barnagarðin arbeiðir við málinum soleiðis sum vit hava mælt til.

Flest øll eru helst samd um at verandi barnagarður ikki er tíðarhóskandi longur - fyrsta stigi má tí verða at fáa avvarandi myndugleikar at ásanna hetta og at játta neyðuga fígging til nýbygging.


f. Runavíkar Býráð

Jákup Lamhauge, form.