Spurningurin um skrásett parlag hóttir nú við at spreingja samgonguna, nú Miðflokkurin ger púra greitt, at kemur málið so mikið sum inn um tinggátt, so er flokkurin ikki longur partur av samgonguni.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur í eina tíð fyrireikað yvirtøkuna av persóns- familju- og arvarættinum, og har er spurningurin um skrásett parlag ein natúrligur spurningur at taka við, metir landsstýrismaðurin.
- Øll vita, at spurningurin um skrásett parlag er ein partur av málinum, og tí noyðast vit at viðgera spurningin, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at málið snýr seg um at tryggja rættindini hjá øllum borgarum í landinum. Høgni Hoydal sigur, at hann hevði væntað, at mótstøðan fór at vera stór, men leggur afturat, at politikarar mugu tora at taka tær truplu avgerðirnar. Høgni Hoydal sigur, at allur spurningurin um at yvirtaka persóns-, familju- og arvarættin skal til aðalorðaskifti í løgtinginum seinni í vetur, og tá vónar hann at fáa eitt sakligt orðaskifti, eisini um spurningin um skrásett parlag.
Einki at diskutera
Men eftir øllum at døma kann landsstýrismaðurin spara sær ómakin, tí Miðflokkurin ger púra greitt, at málið um skrásett parlag als ikki er til umrøðu.
- Eftir okkara tykki er Bíblian púra greið á hasum økinum, og tí kann tað als ikki koma upp á tal at tingmenn skulu umrøða, um tað sum stendur í Bíbliuni er í lagi, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann leggur afturat, at parturin um skrásett parlag gongur ímóti øllum tí, sum Miðflokkurin stendur fyri, og tí kann tað als ikki koma upp á tal, at eitt tílíkt uppskot skal niðan í løgtingið, so leingi Miðflokkurin er partur av samgonguni.
Vánaligt av Høgna
Formaðurin í Miðflokkinum heldur tað vera sera vánaligt av Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum ikki at nevna spurningin um skrásett parlag, tá flokkarnir sótu til samgongusamráðingar.
- Øll kenna støðuna hjá Miðflokkinum til henda spurning, og tí meti eg, at Høgni Hoydal við vilja valdi ikki at nevna skrásett parlag undir samgongusamráðingunum á Gamla Apoteki, tí so visti hann, at hann hevði ikki fingið Miðflokkin við í samgongu, sigur Jenis av Rana.
Høgni Hoydal vísir har aftur ímóti á, at tað stendur beinleiðis í samgonguskjalinum, at málsøkið persóns-, familju- og arvarættur skal yvirtakast í hesum valskeiði, og at øll eiga at vita, at spurningurin um skrásett parlag er ein partur av málinum.
- Tað er mín uppgáva at fremja tað, sum stendur í samgonguskjalinum, og tað havi eg sett mær fyri at gera, sigur Høgni Hoydal.
Men hesum er Jenis av Rana als ikki samdur í. Hann vísir á, at Høgni Hoydal óteljandi ferðir hevur sagt, at føroyingar skulu yvirtaka tær donsku lógirnar, tí so ber til at laga tær til føroysk viðurskifti. Tí heldur hann tað vera løgið, at Høgni Hoydal nú heldur fast um, at spurningurin um skrásett parlag, sum er við í donsku lógunum, absolut skal við í eina nýggja føroyska lóg.
- Endamálið við at yvirtaka málsøkið er, at so ber til at laga tað til føroysk viðurskifti. Tí vil eg mæla Høgna Hoydal til at strika partin um skrásett parlag, og síðan laga restina til føroysk viðurskifti, sigur Jenis av Rana.
Vón um at finna loysn
Høgni Hoydal sigur seg framvegis hava vón um at finna eina loysn, sum flokkarnir kunnu liva við. Hann vísir á, at málið framvegis er til viðgerðar, og hann fær seg ikki at trúgva, at Miðflokkurin fer at nokta fyri, at málið verður umrøtt. Men boðini frá formanninum í Miðflokkinum eru greið:
- Tað kemur ikki upp á tal, at spurningurin um skrásett parlag kemur til viðgerðar í løgtinginum. Tað kann Høgni Hoydal gott gloyma alt um, sigur Jenis av Rana.