Skaðanevndin, sum kannar tilburðin, tá eitt norskt Hercules-hernaðarflogfar datt niður í Norðursvøríki, hevur ikki funnið nakað tekniskt brek í flogfarinum. Per Egil Rygg, sum stendur á odda fyri tí norska partinum av kanningini, sigur við blaðið VG, at enn hava tey ikki funnið nakað, sum bendir á, at flogfarið hevði nakað tekniskt brek.
-Hóast vit hava rættiliga nógv kanningararbeiði eftir, er tað líkt til, at vit hava nóg mikið av upplýsingum til at staðfesta orsøkina til vanlukkuna, sjálvt um vit ikki hava funnið teir svørtu kassarnar, sigur Per Egil Rygg. Hann dugir kortini ikki at siga, nær skaðanevndin fer at koma við teirri endaligu frágreiðingini.
Tað norska Hercules C 130J-flogfarið rendi inn í líðina á svenska fjallinum Kebnekaise tann 15. mars, tá tað var á veg úr Evenes í Noregi til Kiruna í Svøríki. Fimm fólk vóru í flogfarinum, og øll doyðu.