? Hóast landsstýrismaðurin á almanna- og heilsumálum hevur havt nógv føgur orð og lyftir um betraðar møguleikar hjá menningartarnaðum og sálarsjúkum, so kunnu vit staðfesta, at eingin króna er játtað til nýtt virksemi ella betran av korunum hjá teimum, sum hava hesar tænastur fyri neyðini.
Minnilutin í trivnaðarnevndini vísir á, at av teimum 4,9 milliónunum, sum játtanin til serforsorg skal hækka við, fara 2,2 milliónir til virksemi, sum er flutt aðrastaðni frá, og restin, sum er 2,7 milliónir, fer til lønarhækkingar.