Eftir áhaldandi mótmæli gekk teilendska stjórnin herfyri við til at hava tjóðartingsval tann 14. november, men nú hevur stjórnin ógildað avgerðina. Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Samstundis er stjórnin givin at tingast við mótmælisfólkið, sum hava hildið til í handilsøkinum í miðbýnum í Bangkok tær seinastu vikurnar.
Mótmælisfólkini krevja, at stjórnin skal leggja frá sær, og at fyrrverandi forsætisráðharrin Thaksin Shinawatra verður settur aftur í embætið.
Í síðsta mánað doyðu 25 fólk í samanbrestum millum mótmælisfólk og løgregluna.