Í kvøld verður turt nógvastaðni á Glyvrum - í øllum førum innan teir fýra veggirnar í húsunum kring um í økinum.
Runavíkar kommuna sigur í morgun, at skrúvað verður fyri vatninum á Glyvrum frá klokkan 22 í kvøld til fríggjamorgunin klokkan 06.
- Skrúvað verður fyri vatninum á Glyvravegi 1-72, Beitisbrekku, Klávusarvegi, Vollavegi, Heimistovuvegi og á Bakkavegi.
Lagt verður aftrat, at neyðugt er at skrúva fyri vatninum vegna arbeiði á Glyvrum.