Michael Jensen
sambandsmaður
??????????????
Nú er nakað síðani, at skilagóður dialogur hevur verið um framtíðina, og hvussu framtíðar leiklutur Føroya skal síggja út. Uttanumtos og einki-sigandi tveystavilsisorð eru næstan vorðin heildar og realitets-politikkurin hjá loysingarsinnaðum og hjá sambandssinnaðum politikkarum.
At ynskja loysing er skiljandi, men hvat hendir aftaná tað? Tað sama er við sambandinum, hvat hendir tá sambandið hevur sigrað? Eftir at hesi bæði slag-orðini eru komin, heldur tann áhugaverdi dialogurin heilt uppat, og tær stóru visiónirnar doyggja fullkomiliga.
Loysing og samband eru ikki konkretar forbetringar í sær sjálvum, tí hetta eru bert nakrar fortreytir. Saman við loysingini ella saman við sambandinum skulu onnur og ítøkilig mál leggjast omaná, og tað eru hesi, sum gera nakað ítøkiligt við dagligdagin hjá okkum. Málini, vit leggja omaná, er tann veruliga realitetspolitikkurin, og tað er hesin politikkur, sum fullkomiliga er horvin í kjakinum, nú loysing og samband ráða. Men realitetspolitkkurin er sjálvandi ymiskur treytaður av, um vit velja samband, loysing ella hvørki...
Haran og skjaldbøkan
Loysing og samband eru sostatt ikki nakað sum einstakt ger teg og meg ríkari, og tí er undarligt, at tey eru vorðin høvuðsmálini. Tann veruligi realitetspolitikkur skal jú gera dagin betri ella verri fyri tann einstaka, og hvørki loysing ella samband kunnu í sínum líka gera nakað sum helst.
Ístaðin eru loysing og samband við til at seta fortreytirnar fyri realitetspolitikkin. Tað er undrunarvert, at vit altíð byrja kjak við loysing og samband, og síðani grava vit djúpri niður til realitetspolitikk, sum aðrastaðni er nærri skorpuni enn her hjá okkum. Í mun til onnur lond hava vit lyndi til at evja alt uppí saman, og hetta minnir ikki sørt um søguna um haruna og skjaldbøkuna, sum skuldu renna kapp. Vit eru haran, sum tók sær av løttum og at enda sovnaði undir einum træi. Tá hon vaknaði, var skjaldbøkan longu komin á mál. Skjaldbøkan hevði vunnið á haruni, av tí at hon spakuliga men støðugt var farin beina kós ímóti málstrikuni.
Og tískil koma vit politiskt fram sum haran, sum hóast sín førleika ikki kom á mál til tíðina, meðan hini londini kanska nýta haruna sum sína politiska fyrimynd og fara beint til kjarnuna sum ger nakað við umstøðurnar hjá mær og tær.
Kritikkurin er ikki bert versa loysingar-argumentatión sum heild, men eisini tey vánaligu sambands-argumentini, hava lindi at gera ?sambandið? til eina beinleiðis betring av gerandisdegnum hjá tí einstaka, men so einfalt er tað ikki, tí tað manglar nakað meira.
Tað, sum manglar, er dialogur um reella realitetspolitikkin t.v.s. støðutakan, bygnaðin av framtíðar samfelagnum, um okkara land yvirhøvur skal hava eitt vælferðarsamfelag (heilsubót, skúlaskapur, skattsstøði v.m.?), og eisini hvat tilknýti Føroyar skal hava til umheimin o.s.fr.
Brúk fyri hvørjum øðrum
Lond hava brúk fyri hvørjum øðrum, so tilber at selja, keypa, kappast, fara í hernað o.s.fr., men í Føroyum hava politikkarar bert brúk fyri sær sjálvum og sínum loysing/samband kjaki, tí hetta er vorðið teirra høvuðsmál, og so velja fólk eisini eftir høvðusmálum flokkanna. Tí hoyra vit sjáldan veruligar visiónirnar og dreymar frá politikkarunum. Eisini síggja vit alt hettar aftur í tí førda politikkinum, sum líkist einum ?peu en peu? politikki, sum allastaðni resulterar í óendaligum ?lappa-loysnum?.
Onkur kallar hettar fyri eina ?einkisigandi politiska ringrás?, sum okkara politikkarar ganga og mala í. Føroyskir breyðpolitikkarar skilja ikki, at vit hava brúk fyri øðrum enn okkum sjálvum, og at onnur hava brúk fyri okkum. Vit mugu gera okkum galdandi og koma fram við okkara dugnaskapi, men allar fyrst mugu visiónirnar fram í ljósi, og tær koma neyvan so leingi sum vit mala í tí ?einkisigandi politiskari ringrásini?.
?Ego-dyrkan?
Eitt gott dømi um tað sokallaðu ?politisku ego-dyrkanina? kemur týðiliga fram, tá talan er møguligan ES limaskap. So skjótt sum vit tosa um innliman í ES, verður føroyski fiskurin líkastillaður við tann stóra og dýra gimsteinin, sum hini londini vilja taka frá okkum. Øll ES-lond verða skýrd óndsinnað og næstan bandittar, og tað er hetta, sum er tann ekstrema politiska ?ego-dyrkan?, sum flestu føroyskir breyðpolitikkarar bera í sær. Eingin skal koma til oyggjalandi við góðum ráðum, tí vit vita best sjálvi, og hetta er tað sum skínur so týðiliga ígjøgnum í føroyskum politikki. Kanna vit møguleikan um at gerast partur av mótpartinum, broytist okkara hugburður óivað, men fyrst mugu vit úr óndu ringrásini. Men ein felagsskapur krevur altíð nakað, og er tað so, at hann krevur nakað av fiski, so kann tað allíkavæl verða, at tað liggur lønsemi aðrastaðni sum t.d. í nýggjum vinnum og vitan. Tað er jú ES, sum í dag setir treytirnar, og spurningurin er, hvussu lagaligur mótparturin kanska blívur, og tí mugu vit gera okkum nakrar tankar um at gerast partur av mótpartinum.
Lokalur main-stream
Fleiri smálond og atlond hava fingið áhugaverdar avtalur við ES, og hesi hava eisini fingið sína ávirkan, samstundis sum tey eisini eru tryggjaði egin-menning í ES-høpi. Eitt av hesum londunum er Áland, har rikisrættarliga støðan líkist okkara í ein stóran mun.
Evropa gerst longu størri í 2004, og kanska verður felagsskapurin dupult so stórur tá, men tað vita vit ikki enn. Tað er óskiljandi, at politikkarar ikki hava áhuga í at gera sær metingar um, hvønn týdning Føroyar skal fáa í Evropa og hvønn týdning, Evropa skal hava á okkum.
Tað eru umleið 10-20 sløg av ES limaskapi, og tí átti at verið áhugavert at hugt nærri eftir hvørjum einstøkum slagi av limaskapi. Tess longri vit bíða, tess meira mennast limalondini, og tess meira verða vit afturúr sigld.´
Kasparov fekk rætt
?At loysa fyri loysings skyld gevur ikki meining,? segði Gary Kasparov, tá hann var í Føroyum. Eisini segði hann, at vit eiga at finna okkara leiklut í heimssamfelagnum, tí øll lond verða meir og meir bundin av hvørjum øðrum. Okkara leiklutur við umheimin skal hugsast væl ígjøgnum. Til hetta krevst nakrar visiónir. Velja vit røttu ?plaseringina?, ja so enda vit har, sum vindurin blæsir okkum. At verða innanfyri í heimssamfelagnum er at verða partur av einari egin-menning, saman við øðrum, sum antin so ella so fáa ávirkan á føroyskt vinnulív, føroyskan hugburð, føroyska støðutakan, føroyska mentan o.s.fr.
Tann størsta hóttanin fyri okkara tjóð eru ógvusligu umhvørvisbroytingarnar, sum eru ein veruleiki norðanfyri Føroyar. Hetta er ein trupulleiki, sum alsamt nærkast Føroyum.
Um 40-50 ár standa vit kanska við trupulleikum, sum vit ongantíð høvdu droymt um, og tá hoyra vit ikki slíkar visiónir frá breyðpolitikkarum; fyri tað fyrsta, tí at ov seint er; og fyri tað næsta; tí at allir uttan Jákup Sverri liggja undir grønutorvu. Umhvørvið fer at ávirka okkara høvuðsvinnu, men nakað ógreitt er tó í hvønn mun.
Alt týðir uppá, at vit fáa brúk fyri øðrum, líka so nógv sum onnur hava brúk fyri okkum, og ein uppskrift er at gera tað gjøgnum limaskap í ES. Broytist nakað í umhvørvinum til tað verra, eru vit tvungin til at finna okkurt annað at liva av. Vit hava brúk fyri vitan og nakrar ?makkarar?, so vit aftur kunnu fylgja við í heimssamfelagnum.
Oljuvinnan ikki allar ævir
Oljuvinnan verður oftani nýtt sum ein orsøk til at renna undan øllum nevndu argumentunum, ið byggja uppá egin-menning saman við øðrum, men eitt er givið - oljuvinnan varir ikki í allar ævir, og tað er samstundis heldur ikki føroyingar, ið fara vinna tann stóra olju-vinningin. Hvør ræður longu á íbúðarmarknaðinum í Havn í dag? (hetta er áðrenn oljan yvirhøvur er funnin!)
Oljufeløgini hava gjørt íløgurnar í leitingina, og sjálvandi eru tað hesi, ið fáa tann stóra olju-vinningin, um hann verður funnin.
Kann eisini samanberast vid ein lotto-seðil sum oljufeløgini hava keypt. Tann sum keypir vinnur ...... kanska.....!