Einkjan heldur fram við Charlie Kirk-rørsluni

"The American Comeback Tour", sum var navnið á ferðini hjá Charlie Kirk á universitetunum í USA, heldur fram, hóast amerikanski høgravendi aktivisturin er deyður

Mynd frá hósdegnum av amerikanska varaforsetanum J.D. Vance, konu varaforsetans Usha, Vance og Eriku Kirk, sum var kona avdømda Charlie Kirk. Her lendu teir í Phoenix í Arizona við kistuni hjá Kirk. (Skrámynd). - Mynd: Ross D. Franklin/Ritzau Scanpix

Tað segði kona Charlie Kirk, Erika Kirk, í røðu, skrivar miðilin CNN.

Hetta er fyrstu ferð, at Erika Kirk tosar alment, síðani Charlie Kirk varð skotin og dripin í statinum Utah mikudagin.

- Tað verða enntá fleiri túrar komandi árini, sigur Erika Kirk.

Charlie Kirk var ein av stovnarunum av konservativu studentarørsluni Turning Point USA.

Tann 31 ára gamli Charlie Kirk varð skotin, tá hann var til eitt tiltak á universitetinum Utah Valley í býnum Orem í Utah.

/Ritzau/