Einligi fólkapensjónisturin og fíggjarligur skeivleiki

Tann einligi fólkapensjónisturin hevur tað sera strævið og tungt til dagligt, um hann skulu

 

fáa tað at hanga saman einans við síni vanligu fólkapensjón ella eftirløn.

 

Flest øll hava fastar útreiðslur hvønn mánaða til t.d. leigu, viðlíkahald, orku, bil, mat,

 

tryggingar v.m. Summi hava kanska eisini okkurt lán at gjalda. Tað hava einligir

 

pensjónistar so sanniliga eisini.

 

Ert tú einsamallur pensjónistur uttan eina hampiliga stóra uppsparing sum ein eyka

 

buffara, og tú bert hevur vanliga eftirløn sum inntøku og skal gjalda ymiskar fastar

 

útreiðslur, so hevur tú mestsum ongan kjans við teimum fortreytum, sum dagsins

 

Føroyar hava at bjóða.

 

Hvørjar loysnir kunnu vit umhugsa fyri at bøta um hetta?

 

Jú, ein gongd leið er at strika mótrokningina í pensjónsveitingini, um eldri fólk hava hug

 

og orku at arbeiða víðari, aftaná tey eru komin í vanligan pensjónsaldur. Tað hevur

 

Sambandsflokkurin í síni valskrá til hetta løgtingsvalið.

 

Ein onnur loysn kundi verið, at munurin ímillum pensjónina hjá einligum eldri og pørum

 

bleiv gjørdur minni. Altso, at einligir pensjónistar við vanligari fólkapensjón fingu eitt

 

sokallað “lønarlyft”, so gerandisdagurin gjørdist lættari fíggjarliga.

 

Fleiri fakbólkar á arbeiðsmarknaðinum hava hava fingið eitt lønarlyft, tí tey eru fíggjarliga

 

sperd. Hví skulu okkara einligu eldru so ikki eisini fingið okkurt líknandi ella tað sama?

 

Tað hava tey so sanniliga uppiborið.

 

Tey mugu ikki detta niður ímillum í einum samfelagi, har munurin ímillum tey hægstu og

 

tey lægstu veksur alla tíðina. Serliga av príshækkingum av ymiskum slag.

 

Tað vil eg arbeiða fyri fáa gjørt nakað við, um mær verður víst álit á løgtingsvalinum

 

26.mars.

 

X við Sambandsflokkin

 

X við Eivin Breiðaskarð