Einmanssjónleikur úr Finnlandi í føroyskum skúlum

Sosialurin var á staðnum, tá í sjónleikurin Kärlek kärlek! varð framførdur í Kvívíkar skúla. C-G Wentzel úr Finnlandi er einasti leikari í leikinum, men hann spælir seks leiklutir. Tove Appelgren, sum er høvundur at leikinum, er sera kend í Finnlandi. Leikurin umtalar romantiskan kærleika á einum støði, sum børn skilja

Í dag og í gjár hava C-G Wentzel og Tove Appelgren verið í trimum skúlum og framført leikin Kärlek kärlek!. Tove Appelgren er høvundur at leikinum. Hon er eisini dramaturgur og leikstjóri, og hon er væl kend í Finnlandi. Hennara barnabøkur eru týddar til seks mál.
C-G Wentzel spælir allar leiklutirnar í leikinum. Sostatt er hetta ein einmansleikur. Hann og Tove hava samstarva fyrr, og Tove sigur, at henni dámar sera væl at arbeiða saman við so góðum sjónleikara.
Tey vóru í Hoyvíkar skúla í gjár, og í morgun vóru tey í Kvívíkar skúla. Á miðdegi í dag framførdu tey leikin í Miðvágs skúla. Sosialurin var á staðnum, tá ið tey spældu fyri børnunum i Kvívíkar skúla.

Tað eru seks persónar í leikinum, og C-G Wentzel spælir allar. Drongurin Kevin er høvuðspersónur, og hann er eisini frásøgufólk. So eru tað mamman og pápin. Mamman er feminim og kensluborin, meðan pápin er harður og maskulinur. Saraté er vinkona hjá Kevin, og tey eru forelskaði í hvørjum øðrum, men tey skilja ikki kenslunar. Abbin hjá Kevin er dementur, og omman er eitt grenj.
Saman lýsa allir hesir persónanir eina heldur serliga familju. Kevin kennir ikki til kærleika, og tí tekur hann frástøðu frá tí. Men gjøgnum nógvar løgnar hendingar og samrøður, lærir Kevin um sínar kenslur, og hann og Saraté gerast góð til endans.
Hetta slagið av sjónleiki er sera krevjandi fyri tann einsamalla sjónleikaran. C-G Wentzel klárar framúr væl at skifta atferð og rødd alt eftir, hvønn persón hann spælir. Leikurin er sera stuttligur, og tað var fleiri ferðir, at láturin rungaði millum børnini. Hóast leikurin fór fram á svenskum og finskum, tóktust børnini at skilja leikin. C-G Wentzel dylir heldur ikki fyri, at hann kennir seg eitt sindur skizofrenan av og á. - Tað er sera krevjandi at spæla fleiri leiklutir, og eg má ordiliga samla meg áðrenn og eftir ein sjónleik, sigur C-G Wentzel.