Einræðisharri?

Oyggjatíðindi hevði herfyri samrøðu við skrivara Havnar Arbeiðsmannafelags Monrad Kjelnæs har hann beinleiðis varð spurdur um ikki hann er eitt sindur einræðisligur (diktatoriskur). Hesum vísti hann avgjørdur frá sær og helt fyri, at um onkur segði slíkt um hann, so tveitti hann lyklarnar til felagshúsið og skrivstovuna frá sær í stundini (hervið meinti hann helst at hann segði seg úr starvinum) ? er hatta ikki beinleiðis einræðisatburður?
Havi sjálvur ferð eftir ferð t.d. á nevndarfundum upplivað Monrad í hasum skørum; um menn ikki vildu semjast við hann í stundini, so skuldi hann tveita lyklarnar á borðið her og nú! Ikki eina og tvær, men mangar ferðir.
Hetta er slíkt, eg hevði ikki undir vanligum umstøðum funnið uppá at farið út til almenningin við, men við tað, at eg eri kunnaður um at skrivarin og skrivstovuleiðari okkara (t.e. Monrad Kjelnæs) beinleiðis hevur tikið støðu til, hvønn hann vil hava í formanssessin og eisini hevur hann kunnað meg persónliga um, at hann fer at lata seg stilla upp sum evni til nevndarvalið við tí fyri eygað at fáa meg tveittan úr nevndini. Samstundis gongur hann saman við Hans Joensen (formansvalevni) út til limir Havnar Arbeiðsmannafelags beinleiðis til at mótarbeiða Jóhan Carl Dam (formansvalevni) og mær, og hetta er mær ovboðið og skal ikki sleppa framvið uttan átalu..
Hetta er álitisbrot okkara millum, og einræðisligt so tað stendur eftir. Skrivarin hjá nevndini, og samstundis skrivstovuleiðari hjá felagnum, í nevndina ? hvat verður tað næsta? Formanssessurin? Hann hevur kannað sær rættin til felagshølini ? nevndarlimur sleppur ikki á gátt uttan hann er við!
Eg fari ekkaleysur at bíða eftir dómi limanna á aðalfundinum. Verið eg valdur, fari eg framhaldadi at virka fyri at fáa opinleika og limaávirkan og -kunning inn í felagsarbeiðið. Mangt liggur á láni sum eisini Jóhan Carl hevur borið fram, t.d. at tekna bráðfeingistrygging, sum tekur við, tá ið limur kemur í neyð (til dømis av hjartatilburði ella øðrum hóttafalli) ? ein slík eigur at verða sett í verk umgangandi.
Velja limirnir hinvegin ta gomlu afturlætnu og limafíggjandaligu einræðis-leiðina saman við Hans og Monrad, man eg taka tað sum enn eitt upplivilsi og fari ikki at lata meg stilla upp til nevndarvalið. Aðalfundurin er evsti myndugleiki felagsins, og honum fari eg uttan himpr at boyggja meg fyri!