Einsamallur í Kúrgjógv

Í seinastu viku vóru menn og sleptu einum veðri í Kúrgjógv innanvert Nevið í Eysturoy. Kappróðrarfelagið NSÍ eigur veðrin, sum skal seljast á uppboði í heyst, um hann kemur aftur

 

Seyðahald

í Glyvrahaga: Tað gongur ein einsamallur veðrur í eini gjógv innanvert Nevið eystantil. Kappróðrarfelagið NSÍ eigur seyðin, sum ætlandi skal seljast á uppboðssølu í heyst.

Vit hittast á Lambareiði, sum avtalað er. Tá blaðmaðurin kemur, er bara ein maður komin. Tað er borgarstjórin í Runavík, sum er sera virkin í kappróðrarfelagnum. Sum skilst er tað hann, sum hevur lagt til, og hann stendur nú og kveilar eina línu, sum skal nýtast á ferðini.

Einir átta mans við fleiri bilum koma so við og við. Ein bilur er ein lítil lastvognur hjá Jørgeni bónda á Glyvrum, sum hevur ein rættiliga fittan veðr standandi bundnan í lastini. Tað sita tríggir mans í bilinum. Hava bond og hælir við, umframt eina sleggju, sum brúkast skal at sláa hælirnar fastar. So okkurt er sum bendir á, at sígast skal.

? Ja, hvør skuldi trúð tí, at glyvramenn fóru við skoraseyði, heldur onkur fyri. Tað man ikki vera hent, tað fólk í dag minnast, halda teir.

Meðan vit bíða eftir seinastu monnunum, kemur ein størri lastbilur eftir Lambareiði. Men hann koyrir framvið oman móti lendingini í Lamba. Við einum gulum báti í lastini. Tað er tíggjumannafarið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, tann kendi Eysturringur, sum fer at venja á Lambavík. Tað er okkurt við ættini á Skálafirði, siga teir staðkendu.

Tá allir eru møttir, fara vit avstað. Hava sett flestu bilarnar eftir. Halda frægast vera at fylgjast. Vit eru einir fýra í bóndans bili saman við veðrinum, sum øll ferðin snýr seg um.


Harur og havhestur

Bóndin er tíðindafróður og sigur frá staðarnøvnum og tilburðum, sum verið hava, meðan vit koyra eftir vegnum niðan av Lambareiði út í Glyvradal.

Vit koma niðan á og koyra gjøgnum risastóra grótbrotið. Her, veit bóndin at siga, eru rættiliga nógva harur, hví tað so man vera. Umframt havhestin sjálvandi, sum jú er allastaðni.

Vit koyra, til vegurin endar nakað uttan fyri smoltstøðina hjá Bakkamonnunum, har bóndin hevur eitt frálíkt hús. Fara úr bilunum og fara beinanveg til gongu niðan brekkuna.

Veðrið er frálíkt. hóast okkurt ælið sást standa rundan um Múlatind, áðrenn vit fóru av Lambareiði. Men sum ættin er, tykist tað ikki røkka út eftir Lambavík. Sólin skínur, og ikki er so kalt, sum tað tyktist longri norðuri á landinum, har kavi lá oman av fjøllunum.

Mjóvanes liggur í sólskini. Eini tvey skip eru á ferð beint sunnanfyri, og á Lambavík eru ungu mennninir komnir væl út undir Líðina í Eysturoyingi.

Vit ganga niðan undir Klubbarnar og út eftir Skøvunum, sum teir staðkendu greiða frá. Ein lógv hoyrist nakað burturi, og onkur mási umframt einir tveir ravnar eru at síggja. Annars er lítið av fugi her úti.

Menn tosa og eru fróir. Hava hug at skemta og siga frá stuttligum hendingum, teimum hava verið fyri á fjalli her úti. Tað skilst, at her eru menn, sum vanir eru at ganga á fjall hjá glyvrabóndanum.

Tað er ikki langt at ganga. Kanska ein hálvur tími ella so, og rímilia lætt eisini. Veðrurin gongur væl og darvar einki gongdini. Hann grunar nevyvan, at hann verður sleptur í feitilendi, har eingin hevur verið, tað núlivandi fólk minnist. Og at hann síðan skal ganga einsamallur har millum havhestarnar restina av sumrinum.

Kúrgjógv liggur á markinum millum Glyvrahagan og Toftahagan innanvert Nevið eystantil. Vit ganga, til vit koma at hegninum, sum gongur í gjónna. Fara so oman við gjónni, til vit koma at einum skarði, har menn halda, at farast skal niður. Hugt verður útav, men har er soleiðis vorðið, at tað sæst ikki niður í gjónna. Fara tí eitt sindur longri oman, og finna annað skarð, har væl sæst niður, og hildið verður tí, at her man niðurgongdin vera, hóast teir staðkendu høvdu betri álit á tí fyrra skarðinum.


Millum havhestar og sýrur

Einki er at bíða við. Gjørt verður klárt at lesa ein mann niður i gjónna at taka í móti veðrinum. Hælir verða slignir niður, og línan gjørd á mannin, sum síðan fer um upsina. Hann ruddar fyri sær leyst grót og koyrir havhestarnar, sum liggja á vegnum, á flog. Hevur einki álit á spýggjuni soleiðis.

Tað gongur upp á stás, og brátt stendur hann í flóttinum niðri í gjónni. Har er rímiliga gott pláss, sigur hann frá. Heldur ongan iva vera um, at tað er eitt seyðafrælsi, hóast sýruleggirnir tykjast vera fleiri enn grasstráini.

Onkur heldur skemtandi fyri í erva, at eru so nógvar sýrur, kann veðrurin vænta sær eitt súrt lív í summar.

Og skemtingarsamir eru menn. Tá maðurin, sum niður er farin, er komin at standa, ger onkur vart við, at hann er jú deildarleiðari í bankanum, so nú er møguleikin góður at fáa lækka rentuna, um hann bara fær at vita, at hann ikki sleppur uppaftur.

Hann hyggur seg um har niðri, meðan teir í erva fella veðrin og gera klárt at lesa hann niður. Og maðurin í gjónni heldur seg síggja, at tað fyrra skarðið, vit vóru hjá, mundi vera rætta niðurgongdin, og at hann ætlar sær upp aftur tann vegin. Heldur at gongt er líka undir upsina.

So verður veðrurin latin útav, og hann kemur niður í øllum góðum. Verður loystur úr og stendur so og bínir har eina løtu. Líkasum fyri at summa seg, nú hann saman við bankaleiðaranum er komin í gjónna at gera havhestunum selskap. Onkur vil vera við, at teir eru teir fyrstu, sum hava verið har niðri í hvussu er hesu megin Boarakríggið.

Tað gongur upp á stás hjá sigmanninum at koma upp aftur tann vegin, hann sjálvur helt vera tann lættara. Men hann metir tó, at rætt var at fara niður, har hann var farin. So tá farast skal aftur eftir veðrinum í heyst, verður gjørt upp á sama máta, gera menn av.

Eina løtu verður sitið og práta her úti, áðrenn farið verður heimaftur. Ein av monnunum hevur kaffi við í ryggsekkinum, og allir fáa upp í munnin. Veðrurin tykist eisini hava summað seg og er farin at eta, so ikki man standa heilt illa til við sýrunum kortini.

Vit ganga heim aftur gjøgnum hjallan í neðra og koma at húsinum hjá bóndanum. Eysturoyingur er enn á Lambavík. Nú er hann á veg inn eftir víkini aftur.

Inni hjá bóndanum stendur heitur súpanarpottur og bíðar, og lagið er bara heilt gott, tá súpanin er komin niður um, og vit fara aftur í bilarnar og koyra oman á Lambareiði, haðani hvør fer í sínum bili aftur at húsum.