Einsamallur í selgbáti á veg til Føroya

22 ára gamli Hauge í Gongini Djernis er nú komin til Risør í seglbáti sínum. Hann fór 3. mai út Keypmannahavn

– Eg fór frá Lysekild í svenska skergarðinum og setti kós tvørturum Skagerak til Risør í Norra. Ferðin tók umleið 14 tímar, og alt gekk væl, sigur Hauge í Gongini Djernis.
Hann hevur nú verið í Risør í tveir dagar, og í morgin setir hann kósina móti Grimstad í Suðurnorra og harfrá til Stavangar. Hann ætlar sær eisini at sigla inn í onkran fjørð í Norra, millum annað fyri at síggja Prædikustólin.

Sosialurin skrivaði um Hauge í Gongini Djernis, tá ið hann fór úr Danmark.

– Eg ynski at sigla til Føroya, tí at Føroyar er ein partur av mær og mínari søgu. Eg búði í Tórshavn míni fyrstu ár. So flutti eg við foreldrunum til Danmarkar.
Eg ynski at fáa eitt nýtt samband við barndómsoyggjarnar í Norðuratlantshavi. Og so dámar mær væl at sigla, sigur Hauge í Gongini Djernis.

Seglbáturin er ein Sagitta 35, sum er 10 metrar langur. Báturin er 50 ára gamal.

##med2##

– Eg byrjaði at sigla fyri tveimum árum síðani, men áðrenn tað havi eg ikki nakrar royndir við sigling, sigur Hauge í Gongini Djernis.

Ferðin byrjaði við at hann sigldi úr Keypmannahavn norður til Kronborg, tætt við Helsingør á Sælandi. Hann sigldi nakað longur norð, áðrenn hann fór yvirum til Svøríki.
Nú ætlar hann at sigla fram við norsku strondini. Hann ætlar eisini at fara til Hetland, áðrenn hann kemur til Føroya. Hann væntar at vera í Føroyum umleið hálvan juni.

– Eg kundi siglt skjótari, men eg ynski eisini at uppliva náttúruna, bæði tey norsku fjøllini og náttúruna á Hetlandi, sigur Hauge í Gongini Djernis.