Einskiljingar

Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Hyggja vit at verandi ognarviðurskiftunum í tí føroyska vinnulívinum, so er støðan tann, at tað almenna eigur uml. 40% av tí samlaða vinnulívinum í Føroyum.
Men hyggja vit at fiskivinnuni á landi, so er tann almenni parturin umleið 70% av verandi framleiðsluvirkjunum, og gongdin hesi seinastu árini hevur verið, at almenn virkir hava keypt og lagt privat virkir undir sítt veingjabreiði. At hetta býtið er skeivt, er eingin í iva um, tí sjálvandi skal okkara vinnulív og serliga fiskivinnan í Føroyum vera á privatum hondum og virka undir fríum marknaðartreytum.

Fiskiskipini
So gott sum øll fiskiskipini í Føroyum eru á privatum hondum, og tað er at fegnast um, tí høvdu skipini verið bundin til virkir á landi, so var vandi fyri, at virkini høvdu drenað skipini fyri kapital, og vit høvdu ikki upplivað tann dynamik í nýbyggingum og umbyggingum av skipum, sum vit kunnu fegnast um hesi seinastu árini.
Sjálvur vóni eg ikki, at vit nakrantíð aftur koma at uppliva, at fiskavirkir eru eigarar av fiskiskipum, tí tað var- og vil vera til ógagns fyri Føroyar. Fiskiskipini og teirra dugnaligu manningar uppfylla øll tey krøv, ið vit sum samfelag seta teimum, bæði tá talan er um fiskidagar og veiðunøgd, ja tað eru almennir stovnar hjá okkum sum halda, at skipini fiska og troyta fiskastovnarnar í meira lagi.
Í dag klára tey flestu skipini seg fíggjarliga og manningin hevur eina rímiliga inntøku, og tí skulu vit ikki lóggeva soleiðis, at vit taka frá tí fríu vinnuni á sjónum, fyri at geva tí alment riknu vinn-uni á landi. Vit skulu hin-vegin virka fyri, at tey almennu virkini vera einskild og rikin á privatum grundarlagi. Vit eiga at hava eina fría vinnu, bæði á sjógvi og landi.

Móttøkan á landi
At 70% av fiskavirkjunum eru á almennum hondum, ger at so gott sum eingin kapping er um at keypa ávís fiskasløg til dømis upsa. Hetta er ein orsøk til at tann fría sølan á fiskamarknaðinum ikki virkar optimalt, og tað viðførir, at tey privatu virkini blíva avmarkaði í síni atgongd til fiskin. Tí áttu tey almennu fiskavirkini at verið privatiseraði fyri fleiri árum síðani, men tá hetta ikki bleiv gjørt, er neyðugt at farið verður undir at privatisera øll tey almennu fiskavirkini eitt og eitt, so tann rætti prísurin fæst fyri hvørt einstakt virki.
Sølan av til dømis Føroya Fiskavirking eigur ikki at vera gjørd undir einum, tí vit skulu ikki fara frá einum almennum monopoli til eitt privat monopol.

Suðuroyggin
Støðan í Suðuroy vísir týðiliga, at neyðugt er við privatiseringum, og ein góður møguleiki er at selja privatum fiskavirkið í Vági, so arbeiðið at virka fisk undan Føroyum aftur kann vera á virkinum.
At tað almenna hevur forðað fyri, at fiskur undan Føroyum hevur kunnað verið virkaður á virkinum í so nógv ár, er átaluvert.
Samstundis sum vit harmast um, at nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, hoyra vit skipini boða frá, at einasta orsøkin til at tey selja uttanlands er, at tey sleppa ikki av við fiskin, ella fáa ikki boð uppá fiskin í Føroyum.
Virkaði móttøkan av fiski optimalt, og var vinnan før fyri at keypa fiskin, og vóru flutningsmøguleik-arnir nøktandi til meginlandið, so bleiv eingin fisk-ur seldur beinleiðis av landinum, men bleiv virkaður sum fesk ella fryst vøra til gagns fyri skip, arbeiðsfólk, virkir og alt samfelag-ið.
Tí skulu vit fara undir at privatisera tey almennu fiskavirkini, og sum støðan er hevði verið hóskandi at byrjað við flakavirkinum í Vági.