Tí skulu inntøkur frá einskiljingum av Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasølu og Føroya Banka nýtast til at rinda aftur føroysku uttanlandsskuldina, ið m.a. er til orsaka av, at føroyski skattgjaldarin bjargaði nevndu fyritøkunum í kreppuárunum. Harvið kann føroyska sam-felagið sleppa undan stórum rentuútreiðslum, gerast minni skuldarbundið og meira sjálvbjargið.
Greiðar linjur millum alment og privat
Nógvar eru orsøkirnar - men ein av orsøkunum til, at skilagott er við einskiljing av fyritøkunum, ið gjørdust almennar vegna kreppuna er, at neyðugt er at fáa so greiðar linjur millum alment og privat virsemi sum møguligt. Tí alneyðugt er, at byrgja upp fyri politiskari uppíblanding í føroyskum vinnulívi og at tryggja, at greitt er, hvør hevur ábyrgdina og hvør átekur sær vágan.
Tað almenna hevur tørv á einum sterkum vinnulívi, ið kastar av sær til samfelagið og somuleiðis hevur vinnulívið tørv á einum vælvirkandi almennum sektori, ið tryggjar m.a. grundarlagið fyri at reka nútímans vinnu-lív - men týðandi er at hava greiðar linjur millum hesi.
Lat tað privata um at reka vanligt vinnuvirksemi soleiðis, at tað almenna kann nýta tíð og orku til at tryggja øllum føroyingum góðar og javnbjóðis almennar tænastur. Tað verið seg eitt nú almanna- og heilsutænastur, útbúgvingar, mentanartilboð og gransking. Somuleiðis framkomið samferðslu- og samskiftisnet. Og sum heild at tryggja, at vit hava eitt einfalt, framkomið og rættvíst lógarverk, ið skapar góðar og tryggar karmar um føroyska samfelagið.
Minni almennur vági og minni kappingaravlaging
Enn ein orsøk til at einskilja Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasølu og Føroya Banka er, at á henda hátt verður almenni fíggjarligi vágin fluttur yvir á privatar hendur. Samlaði samfelagvágin vil tó altíð verða til staðar og minnast vit eisini øll hvat hendi í kreppuárunum tá tað almenna átók sær at bjarga ávísum fyritøkum innan fiski- og bankaheimin og harvið átók sær vágan - men als ikki er víst at so verður gjørt í framtíðini. Eru fyritøkurnar privatar heldur enn almennar, hevur tað almenna møguleika fyri at taka støðu til fíggjarligar bjargingar í hvørjum einstøkum føri. Alneyðugt er tó við einum heilt greiðum boðskapi frá tí almenna sum er, at greiðar linjur eru millum tað privata og almenna, og at vinnulívið ikki skal væntað almennan stuðul gerast tíðirnar verri. Annars gerst úrslitið skjótt tað sama sum við veð-haldspolitikkinum í 80'inum.
Eisini er tað, at almennur peningur verður nýttur at keypa fyritøkur uttan at nakað avlop krevst afturfyri kappingaravlagandi. Tí stórtsæð allar aðrar privatar fyritøkur skulu gjalda eigarum sínum avlop, með-an hetta ikki ger seg galdandi fyri føroyskar almennar fyritøkur - Føroya Banki tó undantikin.
Avmarka útlendskan ognarpart
Av alstórum týdningi er tó, at tað - sersakliga í samband við einskiljing av fyritøkum innan fiskivinnuna - verða ásettar ávísar avmarkingar fyri útlendskum ognarparti og at alt verður gjørt til tess at forða fyri strámannavirksemi. Útlendskar íløgur eru vælkomnar í ávísan mun, men tað er avgerandi, at ognarrætturin til føroyska tilfeingið verður varðveittur á føroyskum hondum.
Frígivin almenn virðir skulu rinda skuld
Enn ein fyrimunur við, at einskilja áður nevndu fyritøkur er, at tað almenna á henda hátt fær frígivnar stórar peningarligar upphæddir, ið eru bundnar í stóru almennu fyritøkunum.
Landsstýrið hevur í dag smáar 4 mia. kr. í eginpeningi í fyritøkum - av hesum hevur Føroya Banki um 1,4 mia. kr. í eginpeningi. Søluvirðið má tó væntast at verða hægri.
Hetta er peningur, sum við undantaki frá Føroya Banka, ikki gevur nakað beinleiðis avkast til landskassan og peningur, sum í nógvum førum kundi verið nýttur øðrvísi og meira gevandi. Heldur skuldi almenni peningurin í nevndu fyritøkunum verið settur í ein komandi búskapargrunn, fyri síðan at verið nýttur til at rinda aftur uttanlandsskuld landsins.
Kunnu sleppa undan 323 mió. kr. um árið
Uttanlandsskuld landskassans er í dag um 4,2 mia. kr. og gjalda føroyingar 323 mió. kr. um árið í rentum og avdráttum fram til 2018. Verða inntøkurnar frá einskiljingunum av bara áðurnevndu trimum fyritøkunum nýttar til at rinda aftur skuld, so verður uttanlandsskuldin helst meira enn hálverað. Harvið kann føroyski landskassin spara stórar rentuútreiðslur og kann verða skuldarfríur eftir fáum árum - um hetta verður ynskt.
Nevnast kann, at landið eigur um 2,5 mia. kr. (við árslok) í uppsparing í Landsbankanum, men rætt er framhaldandi at hava ein tryggan landskassa við góðum gjaldføri og tí verður ikki mælt til at nýta av hesi uppsparing til at rinda uttanlandsskuld í løtuni.
Ikki einskilja almennar tænastur
Alt ov ofta verður kjakið um einskiljingar gjørt til eitt ?fyri ella ímóti einskiljingum?-kjak. Men so einfaldur er spurningurin um einskiljingar ikki. Eitt nú er stórur munur á fyritøkum, ið reka reint vinnuligt virksemi og fyritøkum, ið veita almennar tænastur. Tjóðveldisflokkurin tekur ikki undir við, at einskilja eitt nú Postverk Føroya, Strandfaraskip Landsins, Landsverkfrøðingin ella aðrar grundleggjandi partar av føroyska samfelagnum (heldur ikki føroysku landsjørðina).
Tí heldur enn at fáa eina betri og bíligari tænastu kann úrslitið skjótt gerast ein sundurpettan av almennum tænastum til nøkur privat virki ella persónar, ið síðan mugu fáa eina játtan á fíggjarlógini fyri at reka tænastuna. Í lítlum samfelagi sum tí føroyska, kann einskiljing ofta enda við privatum monopoli - tá heldur hava alment monopol, ið tryggjar at samfelagsliga atlitið verður raðfest hægst tá umræður almennar tænastur.
Skuldarfríar og sjálvbjargnar Føroyar í eyðsjón
Men Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasøla og Føroya Banki eru allar fyritøkur, ið vórðu fíggjarliga bjargaðar av tí almenna undir kreppuárunum og hóast tær reka privat vinnuvirksemi burturav, gjørdust tær harvið almenn ogn. Ætlanin hevur ongantíð verið, at hesar skuldu halda áfram við at verða almenn ogn, og nú fyritøkurnar eru væl fyri og til fullnar kunnu standa á egnum beinum - ja, so er tað nú, at føroyski skattgjaldarin kann fáa endurgjald fyri peningin, ið varð nýttur at bjarga fyritøkurnar.
Tjóðveldisflokkurin vil gera sítt til, at hesar fyritøkur - umvegis varliga og gjøgnumskygda einskiljing - gerast privat vinnuvirksemi aftur, og at inntøkurnar frá einskiljingunum koma øllum føroyingum til góðar við at rinda aftur føroysku uttanlandsskuldina, til frama fyri einum meira sjálvbjargnum føroyskum búskapi og samfelagi.