Háinntøkurnar gjalda sjálvandi nógv til sína eftirløn. Miðalinntøkurnar gjalda minni. Láginntøkurnar fara at gjalda lítið ella onki. Og nøkur, sum ongantíð koma á arbeiðsmarknaðin, fáa ikki møguleika fyri at gjalda nakað. Útgjaldið á ellisárum verður har eftir. Nógv til nøkur. Minni til onnur. Og lítið ella onki til uppaftur onnur.
Hetta minnir um danska orðatakið: »Enhver er sin egen lykkesmed«. Ella sum ein kendur føroyingur segði: »Eg skal nøra at sjálvum mær og vertin á hvat annar fær«. Hetta er fólkaflokspolitikkur. So einfalt kunnu vit lýsa politikkin hjá fólkaflokkinum. Hann byggir á einstaklinga loysnir og hatar samhaldsfastar loysnir. Vit skulu hugsa um okkum sjálvi og ikki koma hvør øðrum við.
Men hetta er ein óføroyskur politikkur. Í eygunum á okkum rætthugsandi føroyingum er hann andstyggiligur. Tá føroyingar drupu grind, varð grindin skift millum øll, uttan mun til, um tey vóru við í rakstri, drápi osfr. Børnini í vøgguni og tey gomlu á songini fingu eisini sín part. Og soleiðis var tað í so nógvum lívsins viðurskiftum.
Her var ikki talan um einstaklinga loysnir. Her var talan um samhaldsfastar loysnir og samhaldsfastar skipanir. Eftirlønarpolitikkurin hjá javnaðarflokkinum byggir á eina samhaldsfasta skipan. Vit hava eina samhaldsfasta loysn á eftirlønarspurninginum. Loysnin hjá javnaðarflokkinum eitur heilt einfalt: Samhaldsfasti.
Her hava vit eina skipan, har øll gjalda eftir orku, og njóta eftir tørvi. Allir løntakarar, bæði á sjógvi og landi, gjalda ein brøkpart av síni inntøku til eina samhaldsfasta eftirlønarskipan. Allir arbeiðsgevarar, bæði privatir og almennir, gjalda somuleiðis ein brøkpart av útgoldnu lønini í hesa skipan. Á ellisárum fáa øll somu eftirløn úr Samhaldsfasta.
Hetta er ein føroysk skipan. Hon minnir heilt ótrúliga nógv um okkara aldargomlu skipan við grindaskiftinum. Her koma vit hvør øðrum við. Vit hava umsorgan fyri hvør øðrum. Tey, sum ikki hava møguleika fyri at gjalda, ella tey, ið bert megna at gjalda lítið til skipanina, skulu eisini hava góð og trygg kor á ellisárum.
Um tit taka undir við, at vit í Føroyum skulu koma hvør øðrum við, at vit hava umsorgan fyri hvør øðrum, so velja tit eina samhaldsfasta eftirlønarskipan og ikki einstaklinga loysnirnar hjá fólkaflokkinum og hinum borgarligu flokkunum.
Tí fara tit mannsterk á val og sláa manngarð um javnaðarflokkin. Tað borgar fyri eini føroyskari loysn í eftirlønarspurninginum. Setið X við lista C ella eitt av valevnunum á javnaðarlistanum.
Gott val!
Vilhelm Johannesen