Fimleikur
Høllin á Stórheyggi verður á miðdegi leygardagin 16. desember karmur um einstaklingakapping í amboðsfimleiki. Havnar Fimleikafelag hevur boðið øllum fimleikafeløgunum í landinum at luttaka. Hesi feløg hava meldað til: Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Føroysku amboðs-fimleikararnir hava seinastu árini spurt eftir kappingum afturat teimum báðum "FM fyri lið" og "FM fyri einstaklingar". Tíksil hevur Havnar Fimleikafelag tikið stig til at teir fimleikarar, ið eru 14 ár og eldri og venja til FM í amboðsfimleiki, fáa høvi at hittast í einstaklinga-kapping.
Tríggjar kappingar verða í vetur: Byrjað verður leygardagin 16. desember kl. 12. Næsta kappingin er sett til 13. januar 2001 og triðja tann 10. februar 2001. Allar tríggjar kappingarnar verða hýstar í høllini á Stórheyggi.
Bygnaðurin í kappingini er, at leygardagin kappast geturnar á bita og dreingirnir í ringum. 13. januar er kappingin á gólvi ? bæði fyri gentur og dreingir - og 10. februar eru lop um hest á skránni.
Feløgini, ið meldað hava til fyrstu kappingina eru: Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Tey byrja kl. 12 og roknað verður við at kappast verður í umleið hálvan annan tíma.
Almenningurin hevur sjálvsagt møguleika at skoða einstaklingakappingina í amboðsfimleiki. Kostnaðurin er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn.