Einvegis ferðsla í Sarpugerði

Tað var bert í hendinga løtum, at botnproppurin, FC Suðuroy gjørdi eitt sprell í dystinum ímóti Víkingi í Sarpugerði. Annars sótu heimamennirnir tryggir á dystinum

Hóast felagsliðið úr sunnaru helvt av Suðuroynni hevði lotið undan í fyrra hálvleiki ímóti Víkingi í Sarpugerði ígjár, so gekk bert ein lítil løtu, og FC Suðuroy var longu í stríðum mót­vindi. Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen spældi í álop­inum saman við Hjartvardi Hansen, og longu aftaná fýra minuttirs spæl syrgdu hesir báðir fyri, at Víkingur kom á sigurskós. Hjartvard Hansen var skjótur at gera sær dælt av ein­ari verjuvillu, og so var FC Suðuroy aftanfyri við einum máli. Ein annar leirvíkingur framdi eitt satt einmansavrik, tá fyrri hálvleikur var hálv­runnin. Sølvi Vatnhamar fór framvið einari teggju av FC Suðuroy spælarum, og setti hegnis­liga bóltin í netið til 2-0 til heimaliðið.

FC Suðuroy vaknaði – eina løtu
Nú sóu heimaáskoðararnir fyri sær eina málveitslu, men longu fýra minuttir aftaná næsta málið hjá Víkingi hevði FC Suðuroy svarað aftur. Verju­spæl­arin hjá FC Suðuroy, Heini Vatnsdal kom at standa leys­ur í brotsteiginum, og hann medd­aði til bóltin, tá hann gjørdist leys­ur í Víkinga-brotsteiginum, og so var fyribils spenningur aftur í dyst­inum, men hesin hvarv skjótt. Víkingur ressaðist aftur, og tað sum eftir var av fyrra hálvleiki var heima­liðið omaná. Í Seinna hálv­leiki legði Vìkingur aftur hart út, og suður­oyingar vóru trýstir. Evrard Blé sendi eitt fríspark á tvør­­stongina, og Hjartvard Hansen mis­nýtti ein stóran mál­møguleika. Tá 20 minuttir vóru farnir av seinna hálv­leiki vísti Kaj Leo í Bartalsstovu, at hann var inspireraður av 2-0 mál­inum hjá Sølva Vatnhamar, tá hann eisini rund­barberaði verjuna hjá FC Suðuroy við einum rimmar ein­mans­av­riki, sum eisini endaði við, at bólturin sat í FC Suðuroy mál­inum til 3-1, sum gjørdist enda­liga úrs­litið. Nú gera Víkingar klárt til eitt brak av einari granna­uppgerð, tá ÍF vitjar í Sarpugerði um 9 dagar. Sama kvøld tekur FC Suðuroy ímóti B68 vesturi á Eiðinum í Vági, og har vónar felags­liðið at kunna bøta um ta ússaligu úrtøkuna á stiga­talvuni, sum higar­til bert hevur givið seks stig.