Eirik Rasmussen farin

Sunnukvøldið andaðist Eirik Rasmussen 58 ára gamal. Eirik var ein kend býarmynd í Havn sum bilførari og HB-ari. Eirik hevði heilt frá ungum av stóran áhuga fyri tónleiki og fótbólti. Hann var Beatles og Liverpool fan um ein háls og vitjaði ofta í Liverpool í Onglandi. Hann var eisini HB-fan og spældi við á besta liðnum hjá felagnum í fleiri ár. Eirik arbeiddi á vegadeidini hjá Tórshavnar býráð í mong ár. Síðan 1987 var hann hýruvognsførari á bilstøðini Auto.

Í sambandi við at Liverpool F.C. Legend, sum vóru stjørnurnar frá stórtíðini hjá Liverpool í 80-unum, vitjaðu í Føroyum í fjør summar, spældu teir ein dyst móti fyrrverandi stórspælarum í føroyskum fótbólti, har Eirik var ein teirra. Hetta var ein løta, sum Eirik mintist við stórari gleði.

Á heimasíðuni hjá HB stendur, at Eirik var ein av stóru spælarunum hjá felagnum í 70-árunum. Hann var 18 ára gamal, tá hann fyrstu ferð kom á 1. lið hjá HB og leikti við øll 70-árini. Hann var frálíkur bóltspælari og gjørdist sum frá leið ein av mest týdningarmiklu leikarunum hjá HB sum vann 5 FM-heiti hesi árini. Í Gundadali var Eirik fastur fúsur til dystirnar hjá HB, men seinastu tíðina forðaði sjúkan honum í hesum.