Eirikur Danielsen, lívfrøðingur, fingið IOC prógv

Eirikur Danielsen, lívfrøðingur á vistfrøðideildini hjá P/F Fiskaaling, hevur tikið serligt prógv frá Intergovernmental Oceanographic Commission (IOC), sum er ein stovnur undir UNESCO, skrivar fiskaaling.fo.

 

Sum lívfrøðingur á Fiskaaling hevur Eirikur leingi arbeitt við mikroskopering. Hann hevur serliga kannað djóra- og plantuæti, í sambandi við útbreiðslu í ávísum firðum í Føroyum. Í fyrstuni snúði kanningarnar seg serliga um útbreiðslu av lús, men nú eru onnur sløg av djóraæti eisini við, umframt plantuæti.

 

Eitt, sum er serliga áhugavert, er at kanna og fylgja við teimum algusløgunum, ið kunnu framleiða eiturevni.

 

Í hesum sambandi hevur Eirikur Danielsen tikið eitt serligt skeið, sum hevur givið honum nýggja og holla vitan um algur í sjónum.

 

-Eg telji hvussu nógv av hvørjum slagi, vit fáa inn í prøvunum, tí um tað kemur upp um eitt ávíst markvirði, so kann vera vandamikið, t.d. um man fer at ala krækling, men eisini fyri at ala fisk, sigur Eirikur Danielsen, lívfrøðingur.

 

Eirikur hevur tikið skeiðið um netið hjá lívfrøðideildini á Københavns Universitet. Fulla heitið er IOC E-learning Course on Harmful Algal Blooms, sum the UNESCO/IOC Project Office for IODE fyriskipaði.