Eirikur er úr Havn, sonur Sylviu, f. Rasmussen, úr Fuglafirði, og Tryggva Gunnarsson úr Vági. Eirikur er elst av fýra systkjum, hini eru Ingunn og Randi, sum báðar búgva á Norðasta Horni í Havn, og Victor, sum býr í Danmark.
Eirikur fóru í maskilæru hjá Wenzel Petersen frá 1965-70. Síðan fór hann við trúboðanarfelagsskapinum OM (Operation Mobilisation), har hann umvældi bilar hjá felagsskapinum í Belgia og sigldi við trúboðanarskipinum Logos 1. Hann var við OM frá 1971 til 1975.
Í 1977 giftist Eirikur við Marjun á Bergi úr Klaksvík. Eftir at tey vórðu gift, fluttu tey til Danmarkar, har hann fekk sær útbúgving sum maskinmeistari og varð liðugur í 1980. Tey fluttu til Klaksvíkar í 1980 og síðan í nýggj hús á Signabø í 1982.
Eirikur hevur hevur altíð havt stóran áhuga fyri øllum sum hevur við maskinur at gera, og hann hevur siglt sum maskinmaður meginpartin av lívi sínum. Hann hevur siglt við Krúnborg, nøkur ár sigldi hann í Grønlandi, umframt skipum hjá Strandfersluni í Føroyum. Seinastu árini hevur hann siglt við Sundaberg hjá JFK.
Marjun og Eirikur eiga tvey børn: Sámal (31 ár), og Silvia (25 ár).