Eirikur legði upp til sigursmálið hjá Frederikshavn

Eirikur J. Simonsen og liðfelagarnir í Frederikshavn vunnu týðandi heimasigur í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Eirikur J. Simonsen fekk 48 minuttir á vøllinum, og stóð seg væl í verjupartinum og hevði fleiri málgevandi sendingar (assists), tá lið hansara, Frederikshavn í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vann ein sera týðandi 26-25 heimasigur á HØJ, ið var liðið hjá Jónasi G. Djurhuus áðrenn Jónas skifti til Viking Stavanger í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Frederikshavn var á odda 12-10 í steðginum. Eirikur J. Simonsen skoraði sjálvur eitt mál, men fegnast mest um, at hann átti næstsíðstu hondina á bóltinum tá Frederikshavn skoraði sigursmálið til 26-25.

 

Sigurin var sera týðandi fyri Frederikshavn, ið nú hevur eina frástøðu uppá fimm stig til niðurflytingarplássini.

 

Frederikshavn hevur havt eitt misjavnt kappingarár við sjey sigrum og níggju tapum í 16 dystum í kappingini higartil. Komandi sunnudag fær Frederikshavn ein gyltan møguleika at vinna áttanda sigurin, tí tá spæla teir ímóti botnliðnum, Odense á útivølli.

 

HERber til at hoyra eina samrøðu Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Eirik J. Simonsen í SportBoxini á FM1 farna fríggjadag.

 

Støðan í næstbestu donsku hondbóltsdeildini:

 

1.Fredericia161402465:38428
      
2.Tønder151302464:39726
      
3.Skive161213515:45325
      
4.Odder161024447:42222
      
5.Sydhavsøerne161006442:41220
      
6.Otterup16817451:44017
      
7.Ajax København15726424:41616
      
8.Frederikshavn16709425:44214
      
9.HØJ16619447:46413
      
10.Stoholm16619371:40813
      
11.Randers164210437:49510
      
12.Skæring164111428:4599
      
13.Odense163112413:4527
      
14.Køge161015396:4812