Eirikur Norðberg besti maskinmeistari

Eirikur Norðberg fekk 24. juni prógv sum maskinmeistari á DTU í Danmark.

Umframt at fáa prógv sum maskinmeistari, fekk hann eisini handaða heiðursgávu frá A.P. Møller Mærsk fyri besta avrik. Eirikur er ættaður úr Vági og er sonur Jóanes og Gunnleyg Norðberg. Eirikur er giftur við Ingunn Norðberg úr Tórshavn. Maskinfakið er ikki ókent í familjuni, bæði pápin og abbin eru maskinmeistarar.