Eisini Bjarni Djurholm

Eisini Bjarni Djurholm fer at spyrja Jørgen Niclasen um ymiskt í sambandi við Frøyanes

Tað verða ikki bara Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, sum fara at reisa málið um Frøyanes í tinginum, sum vit hava greitt frá omanfyri. Beint áðrenn blaðið fór til prentingar, boðaði Útvarpið frá, at, at eisini Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fer at boða frá einum fyrispurningi til partamann sín, Jørgen Niclasen, málaráðharra. Sambært Útvarpinum vil hann m.a. hava at vita, um Skipanarnevndin hevur viðmælt, at Frøyanes hevur fingið innflutningsloyvi og er koyrdur í bólk saman við útróðrarmonnum. Hann vil eisini hava at vita, um Frøyanes sleppur at fiska á grunnum vatni, nú hann er í bólki 4 B.