Eisini eldur í Vági

Tað kom óvart á sløkkiliðs og løgreglufólk í Suðuroynni, tá ið enn ein fráboðan um eld kom.

 

 

Tí meðan hesi sløkkiliðs og løgreglufólkini royndu at basa eldinum í Hovi kom fráboðan um, at eldur var í Skipasmiðjuni í Vági.

 

 


Summu teirra fóru so til Vágs at kanna málið, og tað vísti seg, at eldur var komin í ein posa við pappírið í, og tað reyk illa.

 

 

Men sum skilst var eingin skaði av hesum eldinum. Verri er tó við húsunum í Hovi. Les meira í  grein, sum kemur á in.fo um eina lítla løtu.