Eisini Jóna má akta Jørgen

Tað er eitt sindur strævið at verða valdur á ting – og so koma í stríð við seg sjálva. Ein teirra er Jóna Mortensen, sum er komin á ting fyri Sambandsflokkin sum varafólk, eftir at sam­gong­an varð skipað.

Jóna Mortensen gjørdist al­ment kend, tá hon trein fram sum talsfólk hjá goml­um og óh­jálpn­um. Hon gav Heðini Mortensen ein skarp­­an gang, tí hon metti hann og Tórshavnar Komm­unu at hava svikið tey veiku og gomlu.
Men nú situr hon sjálv í suppe­dasinum. Hon má vers­góð fylgja tropp eftir boð­­unum frá Jørgen Nicl­a­sen um flat­skatt og um at skatta pen­sjón­ir við inn­gjaldi held­ur enn út­gjaldi og so­leið­is tryggja, at skatta­lætti verð­ur veitt­ur teim­um vælbjargaðu.
Eitt er at brúka seg, men tað kann eisini henda, tá tú bjóð­ar teg fram, at tú fært vald. Jóna Mortensen hev­ur fingið vald. Men spurn­ing­ur­in er bara, um hon torir at brúka valdið, ella um hon – eins og Kaj Leo Johannesen – legg­ur seg skerflata fyri Jørg­en Niclasen.
Men tað býttasta, sum man kann gera, tað er at sletta síni talgildu spor, so sum Jóna Mortensen hevur gjørt við at steingja sín Face­book-profil og sletta you­­tube filmar, hon hevði við gylt­­um val­lyft­um. Slíkt kann al­tíð sporast. Tað kann bara merkja, at hon hev­ur skift meining, og tú tek­­ur undir við Niclasen-pol­i­­tikk­­i­num hjá løgmanni.
Flatskatturin er legi­ti­mi­tet­­ur­­in hjá hesi sam­gongu. Fell­ir uppskotið um flat­skatt­­in, so er samgongan rok­­in.
So er spurningurin, hvat hev­ur størri týdning hjá Jónu Mortensen.