Eisini javnleikur í Kollafirði

Onki lið í FTZ-deildini fór av vøllinum við sigri í dag.

Savnsmynd.

Í Kollafirði var dystur ímillum nummar fýra og nummar eitt í FTZ-deildini - KÍF og H71.

 

Tað er ógvuliga sjáldan, at nakað útilið vinnur í Kollafirði, og soleiðis var eiheldur í dag. Talan gjørdist um ein sera javnan dyst, har liðini vóru jøvn allan dystin á tamb. Tað blivu eisini skorað líka nógv mál í báðum hálvleikum, tí at endaliga úrslitið gjørdist 18-18 eftir hálvleiksstøðuna 9-9.

 

Av tí, at dysturin ímillum Neistan og VÍF eisini endaði við javnleiki, so stendur greitt, at frástøðan ímillum liðini í oddinum í FTZ-deildini undan hetta umfarið er óbroytt. Hon er nú hendan:

 

1. H71 - 29 stig

2. VÍF - 24 stig

3. Kyndil - 21 stig

4. KÍF - 20 stig

5. StÍF - 18 stig

6. Neistin - 14 stig

7. Team Klaksvík - 0 stig

 

Málskjúttarnir í dystinum í Kollafirði vóru hesir:

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Fríði Weyhe 3, Teitur Joensen 3, Andrias Nielsen 2, Pætur Johannesen 1 og Ási Dam 1.

 

H71: Jónas Djurhuus 6, Tróndur Arge 4, Rúni Vest Højgaard 3, Peter Krogh 2, Mark Lausen-Marcher 1, Hans Kári Hansen 1, og Helgi Hoydal 1.

Savnsmynd.

Savnsmynd.

Savnsmynd.

Savnsmynd.

Savnsmynd.