Skúli og Røktarheim
Eisini Porkenningar halda, at ætlanin hjá landsstýrinum at byggja ein skúladepil í Hovi og eitt røktarheim í Vági, er áhugaverd.
Løgtingið hevur samtykt at byggja miðnámsskúla í Vági. Samstundis hevur heilsuskúlin á Tvøroyri sera vánaligar umstøður.
Tí hevur landsstýrið skotið upp at byggja báðar skúlarnar saman í ein depil í Hovi fyri at fáa tvey fyri eitt og fyri at spara pening.
Fyri at stykkið, sum er grivið út til skúlan í Vági, ikki skal fara fyri skeytið, skjýtur landsstýrið samstundis upp at byggja eitt røktarheim til 35 fólk á økinum. Av teimum 35 plásunum, skulu nøkur pláss gerast til fólk í barndømi við teimum serligu umstøðum, sum tað krevur.
Ætlanin hevur verið ógvuligaum strídd, men landsstýrið hevur nú biðið kommunurnar taka eina prinsipiella støðu í málinum, so at landsstýrið kann fáa at vita, um hetta er nakað at arbeiða víðari við.
Taka kommunurnar undir við uppskotinum, skal landsstýrið hava fund við tær í næsta mánaði. har ætlanin er at greiða nærri frá uppskotinum, áðrenn kommunurnar binda seg endaliga.
Í farnu viku hava bygdaráðini í Hvalba, í Hovi og í Sumba, viðgjørt ætlanina og tey taka øll undir við henni.
Týskvøldið varð málið so til viðgerðar í bygdaráðnum í Porkeri. Og eisini bygdaráðið í Porkeri tekur einmælt undir við uppskotinum.
Men bygdaráðið ger samstundis vart við, at sum málið er lýst í løtuni, veit tað alt ov lítið um ætlanina, til at tað kann taka eina endaliga støðu.
Eitt nú vil bygdaráðið hava meiri at vita um, hvørjari tíðarætlan, landsstýrið arbeiðir eftir, tvs, nær skúlin og røktarheimið verða liðugt.
Og bygdaráðið vil eisini hava at vita, hvussu verður við tí partinum av røktarheiminum, sum kommunurnar skulu fíggja og, hvussu nógv hetta kemur at kosta Porkeris Kommunu og hvørjar gjaldstreytirnar verða.
Onkur bygdaráðslimur hevði ikki álit á, at skúlin fer at verða bygdur í Hovi. Hildið varð, at verður hann ikki bygdur í Vági er tað við tí fyri eyga at lumpa hann á Tvøroyri.
Aðrir hildu kortini, at landsstýrið kann ikki leypa frá eini greiðari avtalu.
Og eisini í Porkeri vóru røddir frammi um, at tað í øllum førum var sera óheppið at byggja skúlan vesturi á Eiðinum í Vági, tí so verður neyðugt at koyra ígjøgnum alla bygdina og har eru vánaligar umstøður hjá ferðsluni.
Hevði skúlin av øllum ligið eystanfyri Vág, lá hann í øllum førum nógv betri fyri enn vesturi á Eiðinum, var tað bygdaráðslimur í Porkeri, sum helt.