Eisini sjórænarar við Vesturafrika

Higartil hava vit hoyrt mest um somaliskar sjórænarar, sum hava rænt skip í Adenvíkini og har vesturi í Indiska Havinum, men tað seinasta árið er sjórán eisini vorðið ein trupulleiki vestan fyri Afrika.

Í veruleikanum gjørdist hesin trupulleikin so stórur í fjør, at í august valdi tryggingarfelagið Lloyds at lýsa siglingarleiðir fram við vesturafrikonsku strondini sum krígsøki.

Amerikanskir fjølmiðlar skriva, at í 2010 varð einki sjórán fráboðað við afrikonsku vesturstrondina, men at í fjør vóru fleiri fráboðanir. Tá vórðu átta skip rænd, tíggju onnur vórðu álopin, og í nøkrum førum rindaðu reiðarí loysigjald fyri at fáa skip og manning aftur. Fjølmiðlarnir leggja afturat, at eftir øllum at døma vórðu bara 40 prosent av sjóránunum við Vesturafrika í 2011 fráboðað nøkrum myndugleika.