Eisini vágbingar vísa sína ónøgd

Borgarstjórin skal nú kalla kommunurnar saman um eitt felags mótmæli til myndugleikarnar

Eisini í Vágs Býráð vísa tey nú sína ónøgd við, at tað verður íslendska ferjan, herjólfur 3, sum skal avloysa Smyril í seks, sjey tá ið Smyril fer til eftirlit í august. Trupulleikin við Herjólfi 3 er, at hann tekur ikki so frægt sum ein triðing av tí bilatali og farmi, sum Smyril tekur og hann tekur heldur ikki meiri enn stívliga ein triðing av tí ferðafólki, Smyril tekur

 

Í morgun skrivaðu vit, at Tvøroyrar býráð umrøddi málið í gjár og har hevur býráðið samtykt at kalla allar kommunur, og umboð fyri vinnulívið saman fyri at senda eitt myndugleikunum eitt felags mótmæli.

 

Les meiri her: Suðuroyingar samla kreftir at mótmæla ferðasambandinum

 

Í gjárkvøldið var eisini býráðsfundur í Vági og har vildu býráðslimirnir Tjóðveldi hava málið á skrá. Dennis Holm, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sigur, at hetta verður eitt stórt afturstig fyri fólk, ítróttarfeløg og vinnu og onnur í Suðuroynni. 

 

Hann sigur, at býráðslimirnir umrøddu málið eftir at býráðsfundurin var liðugur, og har varð tað samtykt, at borgarstjórin, Bjarni Johansen, skal seta seg í samband við allar hinar kommunurnar í Suðuroynni um at finna felags stev í hesum máli ímóti myndugleikunum.

 

Dennis Holm sigur, at býráðslimir eru samdir um at tað er rætt, at kommunurnar í Suðuroy eiga at heita á myndugleikarnar um at finna eina betri loysn enn Herjólf 3. Smyril fer í dokk tann 16. august og verður ikki aftur í sigling fyrr enn fyrstu vikuna í oktober.

 

Í august í fjør, ímeðan korona enn spøkti, førdi Smyril næstan 31.000 ferðafólk og næstan 11.800 bilar um Suðuroyarfjørð. Tað eru 1.000 ferðafólk um dagin og stívliga 390 bilar um dagin. Í september førdi Smyril stívliga 22.600 og góðar 9.500 bilar um Suðuroyarfjørð. Tað eru 753 fólk um dagin og 316 bilar um dagin. Hetta er umframt annan farm. Herjólfur kann, í besta føri, føra eini 750-800 ferðafólk um dagin og 120 bilar, tí kann kann ikki sigla meiri enn tríggjar ferðir um dagin.