Jógvan Arge
Tá føroyingar av fyrstan tíð fóru at stríðast við bretar um grunnarnar undir Føroyum, grunaðu teir ikki, at hetta 100 ár seinni skuldi enda við eini miðlinju landanna millum, har føroyingar áttu hálva leiðina til Hetlands og Skotlands bæði uppi í sjónum og niðri í havbotninum.
Tað vóru góðar grundir til, at teir ikki grunaðu tað, tí tá á døgum sóu menn ikki so langt yvir hav. Sjómarkið, sum var tað sama sum fiskimarkið, var í mesta lagi tríggjar fjórðingar, ásett eftir oyggjanna skapi.
Í øldunum frammanundan hevði sjómarkið rokkið so langt út, sum eygað rakk, kanska út á 16 fjórðingar, men hetta var broytt seinna partin í 1800-talinum, óivað eftir íblástri frá summum norðsjóarlondum, sum onki fiskimark høvdu.
Fiskimarksspurningurin undir Føroyum var serliga aktuellur fyri júst 100 árum síðani, árini 1898 og 1899, og tá var skiparin og reiðarin Jens Mohr úr Hoyvík so bræsin, at hann fekk Skiparafelagið at heita á donsku stjórnina um at seta 10 fjórðinga mark undir Føroyum.Endamálið var at halda tann bretska trolaraflotan burtur frá teimum grunnunum, sum tann føroyski fiskimaðurin og útróðrarmaðurin dúvaðu uppá.
Sjónarmiðið hjá Jens Mohr fekk ikki undirtøku í Keypmannahavn, men danir komu nú við verjuskipum at royna at halda bretarnar uttan fyri tríggjar fjórðingar, og ein dag í februar 1899 tók verjuskipið ikki færri enn 23 bretskar trolarar.
Trolarar undir Føroyar
Tað hevði ikki verið vanligt, at skotskir og enskir trolarar royndu undir Føroyum, men í eini 10 ár høvdu teir fiskað undir Íslandi. Íslendingum dámdi hetta lítið, tí teir fiskaðu so innarlaga og fóru við fiskinum hjá teimum.
Føroyingar hvukku við summarið 1898, tá bretsku trolararnir komu higar í stórum tali. Føroyingatíðindi hildu seg vita, at trolararnir í fleiri ár høvdu sópað íslandsleiðina, men teir vóru keddir av teimum stóru bótunum, teir nú fingu, tá donsk krígsskip tóku teir har.
Undir Føroyum var ikki sami vandi fyri at verða tikin, og vórðu teir tiknir, var bótin so lítil, at hon virdist ikki meir enn, um tú sletti vatn á gás, skrivaði blaðið.
Ein onnur grund var fiskiríkidømið undir Føroyum. ?Clondyke? var eitt mótaorð í leitan eftir gulli um hetta mundið, og tað var ikki sørt, at orðið varð brúkt í Bretlandi um fiskileiðirnar undir Føroyum.
Føringatíðindi løgdu ikki fingrarnar ímillum. Blaðið skrivaði, at hesir eingilsku trolarar nú tyrptust saman at sópa okkara bestu fiskileiðir, so at onki bragdaði eftir, ?og teir sópa torrabotnin, so at lítið skilið man fara at verða har, tá ið fiskurin leitar hagar í komandi torra?.
Síðst í juni royndu amtmaðurin og sorinskrivarin at taka ein trolara, ið royndi tætt undir landi úti fyri Saksun, men hann setti fulla ferð á, so teir fingu bara nummarið av honum.
Ein dagin sóust 40 trolarar millum Mykines og Mýling, og søgur komu ymsastaðni frá um yvirgang og ránsmannaatburð. Teir trolaðu millum Fugloynna og Viðoynna og eystantil tætt við Svínoyarlandið. Í Sundalagnum trolaðu teir fyri hvønsmanseygum sunnan fyri Eiði.
Ongin fjørður var so streymharður ella hevði so óslættan botn, at trolararnir ikki fóru fram við sínum trolum. Ein tjørnuvíksbátur hevði sett línu á hýsuleiðini vestanfyri Saksun. Hana sópaði ein trolari upp í trol sítt og vildi ikki geva monnunum hana aftur.
Føringatíðindi hildu tað vera harmiligt, at útlending-ar óttaleysir kundu halda fram við sínari trolveiðu og elva til neyð og armóð hjá meginpartinum av Føroya fólki, sum tíverri hevði hjallin á sjónum.
?Smiril? út at jagstra
Fyri ólavsøku fekk amtmaðurin skiparan á orlogsskonnartini ?Dianu? at fara norður gjøgnum Vestmannasund, og teir sóu nógvar trolarar millum Mýling og Mykines. Í minsta lagi 12 teirra vóru innanfyri mark.
Meginparturin kundi ikki takast, tí prógvini vóru ikki nóg góð. Men ein, sum æt ?Stanley? trolaði ein fjórðing í útsynning úr Mýlingi. Hann varð tikin inn til Vestmannar, og skiparin fekk 540 krónur í bót.
Amtmaðurin og hansara menn kendu hart trýst á sær og í august fór dómarin T.E. Bang eina ferð kring oyggjarnar við ferðamannaskipinum ?Smirli?. Fyri Eiðismøl tók hann ein trolara og førdi hann til Havnar. Skiparin fekk 600 krónur í bót og skuldi rinda 300 krónur í sakarmálskostnað.
Hann hevði ikki pengar fyri bótina, men ein keypmaður í Havn forbarmaði seg yvir hann og legði pengarnar út. 28. august kom verjuskipið ?Heimdal? á Havnina við tveimum trolarum. Teir fingu eisini bót.
Áheitan á Keypmannahavn
Løgtingið skrivaði til ríkisstjórnina um hjálp at halda trolararnar burtur. Tingið nevndi, at av og á høvdu donsk verjuskip verið í Føroyum - ein dag ella so á veg til Íslands. Hetta bar ikki til longur, og tingið søkti um at fáa verjuskip til Føroya beinanvegin. Mælt varð eisini til, at bøturnar fyri ólógliga framferð vórðu hækkaðar og skuldu fara í fátækrakassan hjá løgtinginum.
Fyrst í november vóru aftur nógvir trolarar at síggja. Tað segðist, at teir hildu seg úti á havinum um dagin, men um náttina komu teir inn á landgrunnin at royna. Ymsastaðni í landinum varð kært um, at ongin fiskur var at fáa, tó at árstíðin skuldi verið góð. ?Skyldin verður løgd á trolararnar, og tað er ivaleyst, at teir hava stóra skyld?, skrivaðu Føringatíðindi.
Seinni í november var aftur ein hersøga. Nú flyktust trolararnir tættari og tættari um landið, og um hálvthundrað vóru sæddir í senn vestanfyri Sand. 24 vóru ein dagin fyri Eiðisflógva.
?Teir dragsa sínar nótir inni á Funningsfirði, á Gøtuvík og víðahvar ímillum og uttanum Norðoyggjar. Seks komu í senn á alljósum degi dragsandi norð gjøgnum Sandsfjørð, og stundum koma teir inn á Sandavág at taka nótina inn?.
Úr Danmark frættist ikki so skjótt aftur, sum føroyingar vildu, og málið varð tí tikið upp í tí unga Føroya Skipara & Navigatørfelag. Leygardagin 3. december 1898 helt felagið fund. Til viðgerðar var eitt uppskot frá Jens Mohr um áheitan á løgmálaráðharran í Keypmannahavn.
Hann vildi hava stjórnina at senda verjuskip hendanvegin í stundini at verja oyggjarnar móti yvirgangi. Uppskotið varð einmælt samtykt og samtykt varð eisini at fara kring landið at fáa fólk at skriva undir áheitanina. Í skrivinum varð sagt, at ?tað verður ikki leingi til neyð verður í landinum?.
Skiparafelagið kravdi eisini, at fiskimarkið undir Føroyum varð sett til 10 fjórðingar. Áheitanin varð eisini send løgtinginum, sum tók undir av heilum huga. Løgtingið sendi hana víðari til Keypmannahavnar og beyð sær til at brúka tær 12.500 krónurnar, sum tingið hevði tøkar, til endamálið.
Amtmaðurin Christian Bærentsen fór 11. december til Keypmannahavnar við samtyktini hjá tinginum. Í januar kom ein nýggj lóg um fiskiveiðu undir Føroyum til viðgerðar á ríkisdegi. Samstundis varð umrøtt at senda eitt skip til Føroya at verja móti trolarum.
14. januar 1899 varð nýggj lóg lýst. Hon hækkaði bøturnar fyri ólógligan fiskiskap, men kortini var útlendsku trolarunum loyvt at sigla gjøgnum sund og opnar firðir við trolaraamboðum á borði, tá teir ikki steðgaðu.
Føringatíðindi hildu, at ivaleyst funnu teir harvið ofta tjans til loyniliga at sleppa niður.
?Gullborgsund?
ger kvettið
Meðan málið var til viðgerðar í Keypmannahavn, gjørdu bretsku trolararnir sær dælt undir Føroyum, men tá februar kom, vórðu teir tiknir á bóli.
Kanónbáturin ?Guldborgsund? kom 4. februar á Havnarvág og fór skjótt avstað aftur at kanna leiðirnar. Eftir tveimum døgum fekk hann góðan fong.
6. februar kom hann rekandi 20 trolarar fyri sær á Havnina. Teir vóru allir tiknir inni á Fuglafirði við ólógligum trolaraamboðum.
Tríggir aðrir smoygdu sær undan norður gjøgnum Djúpini. Tveir aftrat royndu at rýma, men vórðu við skørpum skotum noyddir at venda aftur.
Fáar dagar seinni kom ?Guldborgsund? á Havnina við fýra trolarum aftrat. Ein hevði trolað norðanfyri Vágoynna, og hinir vóru tiknir inni á Vestmanna við ólógligum amboðum.
Teir allarflestu av hesum trolarunum fingu bert lítla bót, men ein, sum varð tikin fyri aðru ferð, fekk 540 krónur í bót, og gekk av við veiðu og reiðskap. Hann, sum fiskaði norðanfyri Vágoynna, fekk 1440 krónur í bót og misti veiðuna, sum var verd einar 5000 krónur.
Gerðamenn í hornatøkum
Hóast verjuskip var komið, helt lagið fram, og bløðini fýltust á, at føroyingar gjørdu ov lítið av at melda trolararnar. Tað bøttu gerðamenn norðuri í Vági um einaferð, ein trolari kom ov nær teimum várið 1899.
Teir høvdu sett línu fyri Oyraskorum. Grimsbytrolarin ?Corvus? kom framvið og trolaði 200 favnar av línu frá teimum. Hetta lótu gerðamenn sær ikki lynda. Teir meldaðu nummar, navn og ýtir til sýslumannin, sum legði málið fyri skiparan á ?Guldborgsund?.
Hann setti ýtini í kortið og kom til, at trolarin hevði fiskað neyvan tveir fjórðingar úr landi. Kanónbáturin kom fram á hann í Lorvíksfirði og tók hann við sær til Havnar. Skiparin segði, at hann hevði ikki verið so nær, og uppi í tinghúsinum andøvdi hann ímóti í næstan tvær øktir.
Men tá gerðamenn høvdu gjørt eið upp á sín vitnisburð, gav skiparin seg og bøtti 1200 krónur. Hann misti veiðu og reiðskap og skuldi haraftrat rinda 300 krónur. Gerðamenn fingu burtur av fyri skaða og tíðarspell, men tá veiðan kom upp á land, fýltust menn á, at lítið var til.
Har vóru bara nakrir ómaga steinbítar, smáir hýsukálvar og neyðarsligar skrubbur.
Sum tíðin leið vórðu fólk misnøgd við tað, sum kanónbáturin gjørdi burturúr. Í februar í árinum 1900 høvdu Føringatíðindi eina søgu um ein eiðisbát, sum kom strevandi inn úr havinum.
Tá teir vóru um hálvanannan fjórðing úr landi, kom ein trolari dundrandi aftaná teimum og tætt fram við borði. Av skipinum ljóðaði á týðuligum norðanmáli, men við eingilskari tóning:
?Tú Hanus, hin gamli, hvar er kanónbáturin nú??
Hanus vildi onki siga, men ein, sum ikki hevði uppfunnið krútið, svaraði:
?Tæ vita vit onki um. Kanónbáturin sæst ongantíð um okkara leiðir.?
London og sáttmáli
Suðuri í London fingu myndugleikarnir skjótt frænir av hendingunum undir Føroyum. Reiðaríini kærdu sína neyð fyri stjórnini. Hon vendi sær til stjórnina í Keypmannahavn at fáa frágreiðing um hendingina, tá ?Guldborgsund? fekk 23 trolarar í einum háli á Fuglafirði.
Várið 1900 avgjørdi uttanríkisráðharrin, at Bretland skuldi senda ein umboðsmann til Føroya at vera fiskiskipunum til hjálpar. Hesin maður, H. Montague Villiers, var fyrsti bretski konsul í Føroyum.
Hann varð illa móttikin og mundi ikki fingið innivist fyri sær og familju síni, men ein beinasamur bakari læt honum eina stovu og eitt lítið kamar at búgva í. Árið eftir bygdi hann konslarabústaðin, sum KFUK nú eigur, og har helt konsulin til til 1924.
Trætan um fiskiskapin undir Føroyum endaði í hesi syftu í 1901 við einum sáttmála millum Danmark og Bretland. Sáttmálin ásetti tríggjar fjórðinga fiskimark undir Føroyum og annars reglur um fiskiskap á okkara leiðum.
Her varð eisini avtalað, hvussu markið skuldi verjast við herskipum.
Sáttmálin frá 1901 var óbroyttur í gildi til 1955, tá leiðirnar vestanfyri Føroyar vorðu víðkaðara nakað. Í 1959 varð í prinsippinum sett 12 fjórðinga fiskimark undir Føroyum tann grundlinjur, men í eini tillagingartíð kundu eingilskmenn fiska inn at seks fjórðingum.
12. mars 1964 var tillagingartíðin úti og fiskimarkið 12 fjórðingar mótvegis øllum londum við beinum grundlinjum. Tað var hildið at vera ein stórur fongur fyri heimafiskiskapin, og henda dag sigldi landsstýrismaðurin Erlendur Patursson saman við løgtingsmanninum Jóhan Simonsen eftir øllum fiskimarkinum við einum føroyskum vaktarskipi.
Gongdin í altjóða fiskimarksmálum hevði við sær, at okkara fiskimark varð flutt út á 200 fjórðingar tann 1. januar 1977. Miðlinja mátti ásetast mótvegis Bretlandi, tí tað var so stutt millum londini, men onkrar gráar leiðir vóru, sum ikki vóru avgreiddar.
Landgrunsmarkið varð heldur ikki ásett tá.
Hesi viðurskifti eru øll avgreidd nú, marknatrætan er loyst.
Tað er onki at taka seg aftur í, at Føroyar nú eru nógv størri og ríkari enn fyri 100 árum síðani, og ongin ivi er um, at Jens Mohr og teir høvdu eisini fegnast, høvdu teir vitað aftur í verðina.