- Forskúlakunngerðin er bara eitt framstig fyri lærarar, tí nú fáa teir fleiri starvsmøguleikar. Í fyrstu syftu sleppa teir at taka sær av børnunum frá seks árs aldri og til 10. flokk, og kunnu tí eisini biðja um fleiri eftirútbúgvingartilboð, tí teir nú skulu skúlast til eina nýggja uppgávu.
Tað sigur næstformaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow á heimasíðu felagsins.
Fyrr í vikuni segði formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, at nýggja fólkaskúlakunngerðin er eitt stórt framstig.
Men tí útsøgnini er Jógvan Philbrow als ikki samdur í.
- Hetta snýr seg helst bert um fleiri størv til lærarar, tí fleiri – og ikki bert eg – hava ført fram, at tað er sera tunt við fakligum argumentum fyri at stovna forskúlar. Lærarafelagsformaðurin talar um forskúlan sum eina brúgv millum barnagarð og skúla. Hevði tað ikki veri skilabetri at tillaga fyrstu skúlaárini í mun til tær hugsanirnar? Har kunnu saktans vera nógvir námsfrøðingar, ið hava hug at hjálpa við tí, sigur Jógvan Philbrow og vísir á, at formaðurin í Føroya Lærarafelag vísir lítla virðing fyri námsfrøðingum í sínum útsagnum.
- Hann sýnir ein heldur keðiligan hugburð móti námsfrøðingum, tí hann sýnist ikki at vita, at vit eru útbúnir til at taka okkum av júst hesum aldursbólkinum, og fyri barnagarðsøkið er kunngerðin tí eitt afturstig, sigur Jógvan Philbrow.